03.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Summarskeið 2.-21. juni 2014

Føroyskir studentar kunnu tekna seg til summarskeið á universitetum í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finnlandi.


Aftur í ár verður summarskeið í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini fyri norðurlendskum studentum. Skeiðið verður frá 2.-21. juni 2014. Skeiðið er opið fyri studentum, sum lesa norðurlendskt á norðurlendskum universitetum. 

Føroyskir studentar hava eisini høvi til at tekna seg til summarskeið á universitetum í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finnlandi. 

Umsóknarfreistin er 1. mars 2014. Tey lesandi fáa 10 ECTS fyri skeiðið. 

Tey, ið ætla sær at søkja á okkurt av teimum norðurlendsku summarskeiðunum í grannalondum okkara, skulu venda sær til Jógvan í Lon Jacobsen, útbúgvingarleiðara. Einki umsóknarblað er.

Meira kann lesast um tey norðurlendsku summarskeiðini á heimasíðuni hjá Nordkurs.