University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
jbrcksgøta.jpg
23.05.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Summarskeið: Mørk fyri mannarættindum og liberalum fólkaræði

Summarskeið verður 18. - 22. august á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðið, sum er á enskum og á masterstigi, hevur heitið "Limits of Human Rights and Liberal Democracy"

Løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini bjóðar aftur í ár summarskeið á masterstigi á enskum máli um mørkini fyri mannarættindum og liberala fólkaræðinum.

Skeiðið er skipað í samstarvi við universitetini á Akureyri og í Keypmannahavn, og tí er hetta - umframt spennandi og aktuelt fakligt innihald - eisini frálíkt høvi at koma at kenna lesandi í Íslandi og Danmark. 

Munnlig roynd verður 1. september, so hetta skeiðið er somuleiðis eitt gott høvi at fáa upp í 10 ECTS-stig góðskrivað longu í summarfrítíðini. 

Umsóknarfreist er fríggjadagin 20. juni klokkan 12:00. 

Onnur lesandi enn tey, sum eru innskrivað á løgfrøði, kunnu eisini søkja.

Lesið meira um skeiðið her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving