25.08.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Summarskeiðið á Føroyamálsdeildini vekir áhuga fyri týðing

Fleiri av teimum, sum luttaka á altjóða summarskeiðinum á Føroyamálsdeildini, vitja aftur. Matthew Landrum úr Michigan í USA luttók fyri triðju ferð í ár.


Fleiri av teimum, sum luttaka á altjóða summarskeiðinum á Føroyamálsdeildini, vitja aftur. Matthew Landrum úr Michigan í USA luttók fyri triðju ferð í ár. Hann hevur lært seg føroyskt so mikið væl, at hann er farin at týða føroyskar fagurbókmentir til enskt.

Matthew sigur, at tá hann fyrstu ferð luttók á summarskeiðinum í 2011, dugdi hann ikki at ímynda sær tær málsligu og bókmentaligu rannsóknir, luttøkan fór at elva til: "undirvísingin í mállæru og bókmentum og útferðirnar kring oyggjarnar góvu mær tað yvirlit, sum mær tørvaði fyri at fara undir arbeiðið við føroyskum yrkingum. Í samstarvi við føroyingar havi eg týtt tekstir eftir fimm føroyskar høvundar. Føroyar hava eina undranarverda mongd av gávuríkum rithøvundum og yrkjarum, og tað hevur verið mær ein gleði at fáa tekstir teirra út til fleiri lesarar. Tað styrkir um mínar førleikar at koma aftur á summarskeiðið, og eg fái sett gongd í nýggjar verkætlanir við hjálp og leiðbeining frá fólki á Føroyamálsdeildini".

Týðingarnar hjá Matthew Landrum hava m.a. staðið í tíðarritunum The Adirondack Review og Asymptote Journal. Nýliga stóð týðing hansara av stuttsøguni "Rottan" eftir Sólrún Michelsen í tíðarritinum PANK

Matthew Landrum hevur lisið enskt og skapandi skriving, "Creative Writing". Hann undirvísir í enskum á Aim High School í Withmore Lake, Michigan.

Luttøka og staðin próvtøka á summarskeiðinum gevur 10 ECTS.