University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 11 26 At 11 59 52 New Poetry Collection Korallbruni — Farlit
26.11.2025

Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni

Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, viðger í nýggjari grein í Fróðskaparriti yrkingasavnið Korallbruni eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur

Greinin hevur heitið "Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”)".

Ástøðiliga grundarlagið undir viðgerðini av yrkingasavninum Korallbruni frá 2018 eru hugsanir knýttar at evnisligu snaringini, new materialism, í bókmentagransking.

Yrkingarnar í savninum lýsa, hvussu ein kroppur loysist sundur í havinum, og hvussu markið millum menniskjað og aðrar livandi verur kámast. Gøgn í kroppinum broytast, detta sundur, ganga inn í nýggjar samanhangir, verða til orku og hvørva ikki.

Orð, sum benda á mørk millum ymsar lívslindir og verur, eitt nú “fjøra”, “vatnskorpa” og “húð”, ganga aftur í savninum.

Hugtakið “assemblage” (Bennett, 2010) og hugsanir hjá Bruno Latour (1993) og Timothy Morton (2010) verða brúkt í vistgreinandi kanning av yrkingunum, ið kunnu lesast sum ein samanhangandi frásøgn.

Tann evnisliga snaringin hóskar ástøðiliga væl til yrkingarnar, tí tær lýsa sansaliga, hvussu eitt menniskja, eitt “eg”, gongur inn í stórar umhvørvisligar samanhangir og ikki er til sum ein avmarkað eind. Bókmentasøguliga kunnu lýsingarnar í yrkingunum lesast sum ein broyting í fatanini av menniskjans støðu í náttúruni millum aðrar verur.

Lesið alla greinina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving