Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu kom væl gjøgnum ph.d.-verju sína í gjár (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
14.05.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Sunnvør er nú serfrøðingur í mýlalívsvísindum

Ph.d.-granskingin hjá Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu kann brúkast í umsitingini av sildastovnum og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar

Hon hevur strevast og granskað óteljandi streingir av sildaílegum síðani 2016, og seinnapartin í gjár skuldi stóra royndin standast.

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu skuldi verja sína ph.d.-ritgerð og fáa endaliga dómin frá atfinningarsomu andmælingunum. Upprunaliga var ætlanin, at opið hús skuldi vera í Kongshøll á Vestaru bryggju, men koronukrímið hevði við sær, at tiltakið bleiv talgilt.

Bara nøkur heilt fá næstrafólk vóru í stóru høllini, og so vegleiðari og virkandi dekanur á Náttúruvísindadeildini, umframt onkur av taka sær av tí tøkniliga.

Verjan var á zoom og YouTube

- Tað var kanska sindur keðiligt, at eingir áhoyrarar vóru, men eg var kanska meira rólig av tí sama, sigur nýggi doktarin, sum her er mitt í síni verju. Andmælingarnar hoyrir hon í smátalarunum og sær á telduskíggjanum

Talan man vera um Føroya fyrstu talgildu ph.d.-verju, og eftir nakar eitt sindur beklutar minuttir á YouTube í byrjanini, gekk sum eftir ánni.

Bæði zoom og YouTube vórðu brúkt til ph.d.-verjuna hjá Sunnvør

Sunnvør hevur í ph.d.-skeiðinum verið í starvi hjá Amplexa Genetics og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur arbeitt á iNOVA.

Ph.d.-ritgerðin eitur "Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool”.

Høvuðsvegleiðarar hava verið Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaprsetrinum, og Hans Atli Dahl, granskari á Amplexa Genetics.

Gunnar Restorff, virkandi dekanur á NVD, og Svein-Ole Mikalsen, professari, sum var annar av vegleiðarunum hjá Sunnvør, fylgja við, hvussu gongst við verjuni hjá Sunnvør. COVID-19 hevði skyldina av tómu sessunum

Í metingarnevndini sótu Tom Gilbert, professari, Københavns Universitet, Bent Petersen, lektari Københavns Universitet og Einar Eg Nielsen, professari DTU. Teir høvdu viðkomandi og kritiskar spurningar og vóru nøgdir við svarini frá Sunnvør 

- Hetta er óveruligt, men ein góð kensla!, segði Sunnvør eftir nakrar harðar tímar í eldinum, og áðrenn dómsnevndin var liðug at umráða seg

Doktaraheitið er ein sannroynd! Gunnar Restorff, virkandi dekanur gevur glaðu Sunnvør prógv og blómutyssi - við hóskandi korona-frástøðu

So er tað svart uppá hvítt: Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er ph.d. í mýlalívsvísindum

Svein-Ole Mikalsen og Gunnar Restorff frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum frøast saman við Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu

- Hetta er fantastiskt, hon hevur arbeitt so hart!, sigur Tummas Theodor Tómasson, sjónliga errin av unnustuni, sum nú hevur pappír uppá at vera serfrøðingur i mýlalívsvísindum

Foreldrini Hanna Klettskarð og Jógvan Pauli í Kongsstovu vóru komin úr Haraldsundi at fylgja við ph.d.-verjuni hjá dóttrini. - Hetta er stórt fyri okkum, sigur mamman. Bæði siga, at Sunnvør altíð hevur verið røsk til skúlan

Granskingin hjá Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu kann fáa stóran almennan týdning í Føroyum.

Sum tað stendur í stutta føroyska samandráttinum fremst í stóru doktararitgerðini: Granskingin kann brúkast í umsitingini av sildastovnum og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar.

Ritgerðin hjá Sunnvør kann lesast her.

Vit ynskja Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu hjartaliga til lukku!