Setursskrivstovan
11.03.2009
Svar til 21 spurningar
Í skrivi dagfest 2. mars 2009 hevur Fróðskaparsetrið svarað Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, víðvíkjandi fyrispurningi eftir Tingskipanini § 52a.
Les skrivið við svarunum her ...
Her eru teir 21 spurningarnir:
- Játtanin til lønir hava seinastu mongu árini verið millum 85-89 % av samlaðu játtanini til Fróðskaparsetrið, meðan rakstrarútreiðslurnar hava verið millum 11- 15 %. Hvussu ber tað til, at roknskapir hesi somu árini hava havt nógv størri rakstrarútreiðslur, millum 21-25 % ? Men nú í 2008 hava rakstrarútreiðslurnar verið heili 30 % av samlaðu útreiðslunum. Hvat er frágreiðingin, og kann landsstýrismaðurin sundurgreina, hvat tað er fyri útreiðslur, sum gera, at so stórur partur fer til rakstur?
- Hvørji nýggj størv eru komin á Fróðskaparsetrinum í 2008?
- Hvørji fólk eru sett í størvini?
- Hvørji av hesum størvunum verða ikki sett aftur í 2009?
- Hvørji onnur størv verða ikki sett aftur í 2009?
- Hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri verandi virksemi?
- Hvat eru rakstrarútreiðslurnar pr. deild pr. ár seinastu 10 árini?
- Hvat er umsóknartalið til ymsu útbúgvingarnar pr. ár seinastu 10 árini?
- Hvussu nógv hava staðið bachelor-prógv pr. ár seinastu 10 árini – býtt á ymsu útbúgvingarnar?
- Hvussu stórur partur av upptiknu næmingunum hava gjøgnumført útbúgvingina til bachelor 1 stig pr. ár seinastu 10 árini?
- Hvat hevur næmingatalið verið pr. ár seinastu 10 árini – býtt á árgangir og deildir?
- Hvat hevur næmingatalið verið pr. lærara pr. ár seinastu 10 árini – býtt á deildir?
- Hvussu nógv hava staðið útbúgvingina pr. ár pr. deild seinastu 10 árini?
- Hvat er kostnaðurin pr. gjøgnumførdan næming pr. deild?
- Hvat hevur talið av umsitingarfólki pr. vísindafólk og pr. næming verið pr. ár seinastu 10 árini?
- Hvussu er hetta í mun til onnur lond – t.d. Norðanlond?
- Hvørjar útbúgvingar hava verið fíggjaðar eksternt seinastu árini – við altjóða, norðurlendskari ella føroyskari fígging?
- Í hvønn mun ber til at fíggja útbúgvingar við eksternari fígging komandi árini – við altjóða, norðurlendskari ella føroyskari fígging?
- Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar komandi árini av, at lærustovnarnir eru lagdir saman í ein Háskúla?
- Hvussu nógvar vísindaligar greinar eru publiseraðar pr. deild pr. ár seinastu 10 árini?
- Hvussu stór er framleiðslan av vísindaligum greinum, samanborin við universitet í øðrum londum - t.d. Norðanlondum?
