22.04.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Svimjing úrslitagóð viðgerð av hjarta-kar heilsutrupulleikum

3-5 minuttir av intensari intervalsvimjing er eins úrslitagóð fyri hjarta-kar-heilsu sum 1 tími av svimjing við hóvligum intensiteti!


Fyrstu úrslitini frá stóru føroysku Svim-og-Spæl ella SOS-granskingarverkætlanini, sum fór av bakkastokki í fjør, eru nú kunngjørd í vísindaliga amerikanska tíðarritinum BioMed Research International. Fyrsta greinin samanber tvey sløg av svimjivenjing, har 62 kvinnur tóku lut. Talan var um kvinnur, ið ikki venja regluliga og høvdu tekin um minkandi hjarta-kar heilsustøðu. Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 interval (30 sekund “spurtir”) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferðir um vikuna í 15 vikur. Fyrsta vísindaliga greinin vísir, at systoliska blóðtrýstið fall hjá báðum bólkum við 4 – 6 mm HG í miðal. Totala kropsfeittið lækkaði við 1 – 2 kg í miðal og vøddamassin øktist í miðal umleið 1,5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropsligum arbeiði var munandi betra eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv batnaði (13-58%). Samstundis varð víst, at tær kvinnur, sum frammanundan kanningunum høvdu ov høg blóðkolesterolvirði, høvdu eitt fall aftan á tær 15 vikurnar. Kanningin vísir, at bæði langtíðar- og stutttíðar intervalsvimjing við høgum intensiteti eru effektivir venjingarhættir at betra um hjarta-kar heilsustøðuna hjá miðaldrandi kvinnum, íð ikki venja. Áhugavert er, at stutttíðar intervalsvimjing (bert 3-5 minuttir av effektivari svimjing) við sera høgum intensiteti, hava eins stór árin,  sum hóvlig svimjing í 1 tíma. Svimjing kann tískil tilmælast sum effektiv viðgerð av fólki við hjarta-kar-heilsutrupulleikum. Styrkin við svimjivenjing er, at venjast kann lutfalsliga hart uttan at liðir og vøddar verða strongdir í líka stóran mun sum t.d. renning og styrkivenjing. Mælt verður til, at intens intervalsvimjing er partur av tílíkari viðgerð.


Granskingarverkætlanin var framd í Føroyum sum samstarv ímillum University of Exeter, UK, Københavns Universitet, DK, , Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ìtróttarsamband Føroya.


Granskingarráðið (www.gransking.fo) og Eik Banki stuðlaðu verkætlanini.     

Mohr_et_al.__2014_Grein.pdf