30.05.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

SWAT 2022: Ráðstevna um ástøðilig telduvísindi

27. - 29. juni verða verkstovur og vísindalig ráðstevna um algoritmuástøði á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

SWAT er altjóða viðurkend ráðstevna um ástøðilig telduvísindi, har sniðgeving og greining av algoritmum og dátubygnaði er á skránni.

Hetta er 18. ferð, at skandinaviska vísindaliga ráðstevnan, sum kallast SWAT, verður hildin, og í ár er Fróðskaparsetur Føroya vertur undir leiðslu av Qin Xin, professara. Aðrir fyriskiparar eru Hans Blaasvær (KT-húsið og Fróðskaparsetur Føroya), Ólavur Ellefsen (Tøkni og Fróðskaparsetur Føroya), Jógvan Thomsen (Vinnustovnurin) og Michael Thomsen (Vinnustovnurin og Fróðskaðarsetur Føroya).

Øll við áhuga eru hjartaliga vælkomin at tekna seg til hesar spennandi fakligu dagarnar her.

Evstamark at tekna seg til er 22. June 2022 klokkan 13:00 CEST.

Lesið skránna her.

Lesið meira um SWAT 2022 her.