Hóraldur Joensen, NVD
02.11.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Symbion

Vinnumálaráðið skipaði fyri ferð til Danmarkar, har kunnað varð um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar.


Vinnumálaráðið
Vinnumálaráðið skipaði  í 2008 fyri væl eydnaðari kunningarferð um granskingargarðar í Danmark. Eitt rósvert átak.  Endamálið var at fáa kunning um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Føroyska ferðaliðið vitjaði fleiri granskingar- og business-centur, teirra millum Symbion í Keypmannahavn.


Symbion í Keypmannahavn

Stjórin, Peter Torstensen,  tók ímóti og greiddi fróur frá um Symbion (www.symbion.dk). Orðið Symbion  kemur frá tí grikska orðinum: symbiosa, sum í lívfrøðiligum sambandi merkir  samlív millum ymisk sløg av verum til felags gagn. Symbion, ið var stovnað í 1986, er størsta granskaraparkin í Danmark. Fyritøkan byrjaði í einum 1000 m2 stórum gomlum pakkhúsi hjá handilsketuni: IRMA. Symbion hýsir tilsamans 200 fyritøkum á 4 ymiskum støðum.

 

Privatfyritøka
Symbion er ein privat fyritøka. Íleggjarar eru stórir pensjónsgrunnar, umframt nógvir smáir parteigarar. Keypmannahavnar kommuna var millum íleggjararnar, men er nú keypt út. Í Symbion í Keypmannahavn starvast tilsamans umleið 30 fólk, 5 í leiðsluni, 5 ráðgevarar, 10 við íløgum og restin arbeiðir við umsiting, viðlíkahaldi, ymsum tænastum og í receptiónini og matstovuni. Umleið 650 menniskju hava sína dagligu gongd í Symbion.



Universitetsráðgeving
Í Symbion er eitt dynamiskt professionelt umhvørvi, har gransking og vinna møtast og har hjálpt verður við at  kommercialisera innovativar hátøkniligar verkætlanir. Endamálið er at skapa eina synergi millum nýggjar fyritøkur og veita vitan og framkomnar førleikar frá universitetum, ráðgevarum og longu stovnsettum virkjum.   

 

Føroysk granskingarlund
Peter Torstensen var  sera positivur og sinnaður fyri samastarvi við eina komandi føroyska granskingarlund.


Fróðskaparsetur Føroya
Á Symbion var áherðsla løgd á týdningin av at hava eitt fakliga sterkt universitetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur.  Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskaparsetur verður sostatt torført at menna hátøknivirki her á landi.

 

Les alla greinina her