Francesco Milazzo, professari, undirvísir lesandi í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini
Symposium um rómverjarætt
Leygardagin 7. mars verður symposium á Søgu- og samfelagsdeildini um rómverjarætt frá klokkan 10:00 til 15:00
Fyrr í tíðini varð undirvíst í rómverjarætti á øllum løgfrøðiligum útbúgvingum, sum – í akademiskari merking – høvdu nakað uppá hjartað.
Rómverjarættur var hildin at vera partur av løgsøgu og søguni um rættarligu mentanina hjá flestu tjóðum, og fatanin var, at rómverjarættur var neyðugur fyri at kunna skilja nútíðarinnar rættarligu stovnar og teirra áhaldandi menning.
Frálæra í rómverjarætti fánaði kortini, ikki minst við tað, at løgfrøðilig útbúgving sum frá leið meira og meira bleiv sædd sum eitt amboð at útbúgva fyrisitarar og advokatar, heldur enn at menta løgfrøðiligt vit og medvit.
Undirvísingin í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hevur tískil sum stevnu, umframt eina miðvísa raðfesting av tí serføroyska, eisini at geva teim lesandi eina holla fatan av lóg og løgligum stovnum.
At rómverjarættur er á lesiætlanini, er liður í hesi stevnu.
Rómverjarættur hevur verið á lesiætlanini, síðani bachelorútbúgving í løgfrøði bleiv boðin út á Fróðskaparsetrinum í 2019 (fyrstu ferð sum evni fyri undirvísing á triðju lestrarhálvu í 2020).
Francesco Milazzo, navnframi professarin í rómverjarætti frá universitetinum í Catania á Sisiliu, hevur undirvíst.
Tá Milazzo professari gavst fyri aldur í starvinum í Catania, tók hann av tilboðnum um at gerast parttíðarprofessari á Fróðskaparsetrinum. Her fer hann at vera ein mánað á hvørjum ári sum serligur professari í rómverjarætti, við deildum undirvísingar- og granskingarskyldum.
Í hesum sambandi verður eitt lítið symposium í rómverjarætti leygardagin 7. mars.
Tiltakið byrjar við professarafyrilestrinum hjá Francesco sjálvum, sum hann kallar “The Never-Ending Story of a Duck”.
Í hesum fyrilestri fer hann at viðgera undirvísing í rómverjarætti og m.a. at greiða frá, hví nútímans fatan um hetta fakøkið mangan byggir á misskiljingar.
Umframt Milazzo eru tríggir aðrir fyrilestrar eftir ávikavist Sara Fusco frá universitetinum á Akureyri, Jonathan Wood, ph.d.-lesandi á Háskóla Íslands, og Mikael M. Karlsson, adjungeraðan professara í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Fyrilestrarnir eru allir viðkomandi fyri serfrøðingar, starvsfólk, lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og almenningin annars.
Øll eru vælkomin. Tiltakið, sum er ókeypis, er á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.
Skráin
10.00-10.15:
Inngangur.
10.15-11.30:
Francesco Milazzo (Fróðskaparsetur Føroya): Professarafyrilestur: "The Never-Ending Story of a Duck."
11.30-12.15:
Sara Fusco (Universitið á Akureyri): “Pax Boreo-Romana: A Pedagogical Exploration of Roman Law in Icelandic Classrooms"
12.15-13.30
Døgurðasteðgur.
13.30-14.15:
Jonathan Wood (Háskóli Íslands): “Caesar in the Kremlin? The Influence of Roman Law in the Development of the Legal Regime of the USSR".
14.15-15:00:
Mikael M Karlsson (Fróðskaparsetur Føroya): "An Exploration of Ciceronian Legal Advocacy."