University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tóroddur Poulsen og Sissal Kampmann til umrøðu á ráðstevnu í Gӧteborg
07.02.2014
Føroyamálsdeildin

Tóroddur Poulsen og Sissal Kampmann til umrøðu á ráðstevnu í Gӧteborg

Í oktober í fjør var ráðstevna hildin á universitetinum í Gӧteborg. Yvirskipaða evnið var kyn og yrkingar.


Bergur Djurhuus Hansen er limur í norðurlendska granskaranetverkinum Norlyr-Netværket Nordisk modernistisk lyrik. Limir í netverkinum eru bókmentagranskarar á universitetum í Norðurlondum, og ráðstevna er eina ferð um árið. Í oktober í fjør var ráðstevna hildin á universitetinum í Gӧteborg. Yvirskipaða evnið var kyn og yrkingar. Bergur Djurhuus Hansen helt fyrilestur um Tórodd Poulsen, Sissal Kampmann, donsku Olgu Ravn og svenska Magnus William-Olsson.

Netverkið gevur út eina bókarøð, og higartil eru 6 bøkur komnar út. Fyrilestrarnir og kjakið á ráðstevnuni í Gӧteborg verður grundarlag undir einari útgávu seinni í ár.

Netverkið hevur eina heimasíðu við limayvirliti og upplýsingum um virksemið sum heild.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast