University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kalpana Vijayavarathan

Kalpana Vijayavarathan-R er dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: Harald Bjørgvin)

16.12.2024
Setrið Námsvísindadeildin

Tá málið skuggar fyri rættinum til útbúgving

Tilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurningurin er, um Føroyar í nóg stóran mun lúka hesi krøvini. Tað kemur fram í grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið úr hondum

“Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum – ein kanning grundað á føroysk útbúgvingarskjøl og føroyska gransking á økinum".

Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum. 

Í greinini verður inklusjón sum mannarættindi hjá tilflytarabørnum í føroyska fólkaskúlanum kannað. Kanningin umfatar greining av útbúgvingarpolitiskum skjølum, viðkomandi almennum skjølum og føroyskari gransking um inkluderandi útbúgving fyri hesar tilflytaranæmingar.  Við støði í innihaldsgreiningum verður roynt at kanna, um politikkurin er sosialt grundaður, rættvísur og lýkur mannarættindakravið hjá tilflytarabørnum um rættvísa atgongd til útbúgving.

Politikkurin er eftirmettur við útgangsstøði í karminum um málstøðu (language orientation) (Ruiz, 1984) fyri at fáa støðuna hjá tilflytarabørnum fram í ljósmála.

Gransking, sum fevnir um føroyskan útbúgvingarpolitikk og inklusjón í útbúgving, er brúkt til at gera av, um hóskandi útbúgvingarmál er til taks hjá tilflytarabørnum at læra føroyskt, lúka læruúrtøkur og falla inn í samfelagið, samstundis sum tey varðveita sítt egna móðurmál og mentanina í upprunalandinum.

Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin (language-as-problem), er ráðandi, og tá tað verður sett í verk uttan fyrilit fyri mannarættindastøðuni hjá børnunum, so kunnu integrasjónstrupulleikar stinga seg upp og tarna møguleikunum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum. 

Lesið greinina her.

Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum