11.12.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tá politikkur kemur í politikkin og mytur gerast politiskur veruleiki

Fróðskapur hevur givið út bókina Frá sjálvstýri móti loysing eftir Hans Andrias Sølvará, lektara. Í bókini leggur Hans Andrias Sølvará fram nýggja gransking um politisku søgu Føroya í tíðarskeiðinum 1906-1925.


Í politisku søgu Føroya eru eins og aðrastaðni fleiri mytur, sum stava frá eini seinni tíð. Tað hevur m.a. verið ført fram, at tilboðið frá donsku stjórnini til løgtingið um økt fíggjarligt sjálvstýri frá 1906 bert eigur at setast í samband við svikabrøgd hjá stórbrotsmanninum Peter Adler Alberti, danska løgmálaráðharranum í 1906, sum í 1910 fekk 8 ára fongsulsdóm fyri skjalafalsan og svik. Hans Andrias Sølvará vísir á, at einki er í hesi søguni. Hon er íspunnin nakað seinni av politiskum grundum - og er síðan vorðin ein partur av varðveittu søguni.

Aðrir spurningar úr politisku søgu Føroya, sum í hesum sambandi verða viðgjørdir í bókini, eru m.a.:

- Hví vóru amtmaðurin og prósturin føst umboð í løgtinginum til 1923, tá ið ríkisdagurin longu í 1906 vildi gera løgtingið til ein fólkavaldan stovn burturav?

·         - Hava sjálvstýrisfólk nakrantíð virkað fyri at seta donsku grundlógina í gildi í Føroyum?

·         - Hevur semja nakrantíð verið í løgtinginum um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark?

·        - Hevði tað nakran týdning fyri gongdina í føroyskum politikki, at Oliver Effersøe á fólkatingi longu í 1906 miðvístfór undir at leggja sjálvstýrisfólk undir at vera separatistar?

·    - Vóru tað føroysk sjálvstýrisfólk, forsætisráðharrin ella meirilutin í danska landstinginum, sum við politiskum vinningi fyri eyga skaddu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í 1917-1919?

·        - Ætlaði Jóannes Patursson veruliga at leggja Føroyar undir Noreg í 1923, soleiðis sum Oliver Effersøe vildi vera við, ella var hetta bert eitt mál, sum Sambandsflokkurin skapti av politiskum grundum?

·         - Er tað kanska so, at onkuntíð hava orð og retorikkur líka stóra ávirkan sum ítøkiligur politikkur?

Við støði í heimildum, sum høvundurin hevur leitað fram í søvnum í fólkatinginum, á ríkisskjalasavninum og á landsskjalasavninum, verður nýtt ljós varpað á føroyskan politikk í tíðarskeiðinum 1906-1925. Víst verður á, at hóast tílíkar søgur sum tann um Alberti ikki halda fyri eini neyvari keldukritiskari greining, so verða tílíkar søgur ofta partur av politiska orðaskiftinum, og tær fáa tí beinleiðis ávirkan á ta politisku gongdina.

Í bókini verður víst á, at herðingin av føroyska sjálvstýrisspurninginum ofta fór fram orsakað av politiskum retorikki, ríkispolitiskum samanhangum og valdssambondum, sum ikki høvdu so nógv við tann meira ítøkiliga føroyska samanhangin at gera. Politikkur snýr seg um ávirkan og vald, og tá er tað ikki altíð ”veruleikin“, sum fær hægstu raðfesting, men heldur tann ”veruleikafatanin“, ið fremur ávirkan og vald.

Hans Andrias Sølvará er søgufrøðingur, lektari og undirvísingarleiðari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinir í bløðum og vísindaligum tíðarritum, er royndur fyrilestrarhaldari og hevur javnan verið at hoyra í miðlunum við søguligum og politiskum evnum.

Bókin er 480 bls. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 340 kr.

Í sambandi við útgávuna verður bókin løgd fram á almennari samkomu í Mettustovu týsdagin 16. desember klokkan 16. Bókin fæst tá fyri serprís og høvi verður at fáa hana signeraða.