University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tak A-stuðul við tær til Føroya
16.11.2014
Altjóða Skrivstovan

Tak A-stuðul við tær til Føroya

Nýútbúgvin kunnu taka stuðul úr donskum A-kassum við sær til Føroya í tríggjar mánaðir.


Frá 1. januar 2015 kunnu nýútbúgvin taka stuðul úr donskum A-kassum við sær til Føroya í tríggjar mánaðir. Hetta er sjálvandi treytað av, at mann er limur í einum A-kassa.

Føroyingar hava havt trupulleikar at fara til Føroya at leita sær eftir starvi, tí teir hvørki hava kunnað verið í donsku A-kassunum ella ALS.

Á Fólkatingi verður miðvíst arbeitt fyri at gera tað smidligari hjá føroyingum at koma heim eftir loknan lestur, og tí fegnast vit um, at avtalan kemur í gildi frá 1. januar 2015.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku