University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Námsvísindaligur Granskingardagur 2026
30.04.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Takk fyri granskingardagin á Námsvísindadeildini!

Fríggjadagin 24. apríl skipaði Námsvísindadeildin fyri árliga granskingardegnum á Fróðskaparsetri Føroya, og undirtøkan var góð

Høvuðsevnið í ár var skúlaaftran/skúlafrávera, og í tí sambandi helt Pætur Zachariasson, ph.d.-lesandi í skúlafráveru, eina sera áhugaverda og upplýsandi framløgu um evnið. 

Eisini var eitt sofaprát við Eyðnu Magnussen, skúlastjóra í Eysturskúlanum, og Margaret Ludvig Kjelnæs, leiðara á Virkishúsinum við Ánna, um hetta sama evnið. 

Pætur Zachariasson luttók eisini í sofaprátinum, og tey greiddu øll trý frá einum vaksandi trupulleika, ið mest av øllum speglar nakrar strukturellar avbjóðingar í skúlaskipanini og samfelagnum, heldur enn trupulleikar hjá tí einstaka barninum. Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari, leiddi kjakið.

Bæði Eysturskúlin og Vága kommuna hava sett átøk í verk fyri børn og ung við skúlaaftran/skúlafráveru við góðum úrslitum. 

Umframt hetta vóru fleiri aðrar áhugaverdar framløgur.

Helgi Winther Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini, helt m.a. heiðursframløgua “Árin av einum skúlalagaðum rørsluátaki í føroyskum skúla”, ið bygdi á ph.d.-verkætlan hansara, sum hann vardi í 2025.

Í ár vóru eisini tvær framløgur, ið bygdu á BEd-verkætlanir hjá fyrrverandi lesandi, ið tóku prógv á Námsvísindadeildini í fjør. 

Nógv fólk vóru møtt, og Námsvísindadeildin takkar øllum fyri ein avbera góðan seinnapart!

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving