Jóhannes Miðskarð
03.06.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Talgild kunning um útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu

Í heyst bjóðar Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum út stakskeið á master-(kandidat)-stigi í yvirskipaðari násmfrøðiligari leiðslu.

“Yvirskipað námsfrøðilig leiðsla” merkir generel námsfrøðilig leiðsla, og er viðkomandi bæði á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum, frítíðarskúla-/ungdómshúsøkinum og serstovnaøkinum.

Av tí, at hetta er eitt skeið á master (kandidat)-stigi, krevst bachelorprógv fyri at verða upptikin til skeiðið. Tískil bjóðar Námsvísindadeildin eisini út bachelorískoytisútbúgving í heyst.

Stakskeiðið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu passar sum fótur í hosu til eina masterútbúgving og diplomútbúgving á masterstigi í leiðslu, sum Fróðskaparsetrið fer at bjóða út í næstum.

Tey, sum taka stakskeiðið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu, hava tí møguleika at fáa skeiðið góðskrivað, um tey seinni ætla sær at søkja inn á masterútbúgving í leiðslu.

Undirvísarar eru Súsanna Olsen og Jóhannes Miðskarð

Hóskvøldið kl. 20,00 verður eitt online-kunningartiltak um masterskeiðið.

Kunningartiltakið verður á facebook vanganum “NÁD – Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya”.