University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Talgilda Tín Bý.jpg
19.09.2018
Setrið

Talgilda tín bý

Komandi fríggja- og leygardag (21.-22. september) verður skipað fyri tiltaki í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum undir heitinum ”Talgilda tín bý”. Tað eru KT-deildin og Hugskotið í Tórshavnar Kommunu, sum skipa fyri í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Endamálið við tiltakinum er at virka fyri, at Tórshavnar kommuna gerst meiri nýskapandi við fleiri snildloysnum til tænastur, sum kommunan veitir, t.d. innan vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan.

Tiltakið er fyri allar borgarar og er skipað sum ein hugskotsverkstova og eitt hackathon fyri luttakarar í øllum aldri við fjølbroyttari bakgrund. Í øðrum londum eru slík tiltøk kend sum "Smart City Hack".

Tað er ikki neyðugt at hava eitt hugskot fyri at luttaka. Øll, sum hava hug, kunnu vera við og kunnu arbeiða saman við øðrum, sum antin hava nýggj, óroynd hugskot ella hugskot, sum eru komin nakað áleiðis.

Tiltakið endar við, at luttakararnir leggja sína loysnir fram fyri eina dómsnevnd, sum velur bestu loysnina, og vinnandi toymið fær 50.000,- kr. í virðisløn.

Tilmelding fer fram her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum