24.09.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Tann lesandi í miðdeplinum

Hósdagin 19. september var temadagur við heitinum “Tann lesandi í miðdeplinum” hildin fyri leiðslu og undirvísarum á Fróðskaparsetrinum. Umboð fyri Ráð teirra lesandi á Setrinum og MFS luttóku eisini.


Tað var vegleiðaratoymið saman við leiðsluni á Setrinum, sum tók stig til temadagin. Tey høvdu fingið Dinu Andersen,  projektleiðara av verkætlanini “Den studerende i centrum” á Syddansk Universitet at standa fyri temadegnum.

Kjarnan í temadegnum snúði seg í høvuðsheitum um universitetsdidaktikk, har serliga  evnini lestrarbyrjan og undirvísingar- og próvtøkuhættir vóru á skránni.

Undir evninum lestrarbyrjan var tað serliga innihaldið, sum var umrøtt. Dina vísti á, at lestrarbyrjan eigur at fevna um bæði sosiala og fakliga partin, har hugsað verður bæði um trivnað og samanhald, men eisini um at menning og fyrireiking til akademiskan lestur. Dina vísti á, at drypp av bæði fakligum og sosialum tiltøkum innan lestrarbyrjan á SDU var á skránni alt fyrsta semestri, tvs. at lestrarbyrjan var ikki avmarkað til ta fyrstu vikuna av lestrinum. Lestrarbyrjan skal skiljast sum mentanarskapan bæði sosialt og fakliga.

Undir evninum undirvísingar- og próvtøkuhættir vóru kjarnuhugtøkini aktiverandi undirvísing og aktiv læra, sum í stuttum snúgva seg um undirvísingar- og læruhættir, har lesandi gerast ein aktivur partur í teirra egnu læru. Í hesum sambandi vóru eisini nýggir og øðrvísi feedback ella eftirmetingarhættir umrøttir.

Skift var ímillum upplegg frá Dinu, kjak, bólkaarbeiði, verkstovur og framløgur frá luttakarunum.

Huglagið á temadegnum var merkt av sera áhugaðum og eldhugaðum luttakarum. Dina Andersen var sera dugnalig og hugkveikjandi.

Á heimasíðuni Syddansk Universitet ber til at kunna seg nærri um verkætlanina “Den studerende i centrum”.