University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Teldlar verða ov lítið brúktir í undirvísingini
12.12.2016
Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin

Teldlar verða ov lítið brúktir í undirvísingini

Hetta er ein av niðurstøðunum í kanningini, sum Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu leggja fram hósdagin


Nú kemur frágreiðingin um kanningar av nýtslu av talgildum miðlum í skúlanum. Tað eru Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu, adjunktar á Námsvísindadeildini, sum hava gjørt eina víðfevnda spurnakanning av teldlanýtslu í trimum skúlum.

Kanningin hevur hugt eftir teimum amboðum,  sum skúlin gevur næmingunum, og teimum, sum næmingarnir sjálvir eiga. Eisini verður hugt at hugburði til KT-nýtslu og úrtøku av at nýta hesa tøkni.

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu vísa á, at teldilin er komin fyri at verða og at børnini ynskja, at hann verður brúktur í undirvísingini.

- Men veruleikin er, at teir møguleikarnir, ið eru í teldlinum sum undirvísingaramboð, verða ov lítið gagnnýttir, siga tær báðar.

Frágreiðingin hevur tilmæli til skúlaleiðslur, hvussu farast skal fram, um tey velja at fara at nýta teldlar í undirvísingini.

Kanningin, sum frágreiðingin er grundað á, er gjørd í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya.

Viðgerð av svarunum eru komin út í prentaðari frágreiðing, og í tí sambandi verður framløga av bókini á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20, hósdagin 15. desember kl. 15.
Frágreiðingin fer eisini at fáast teldutøk (pdf format).



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga