27.02.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tey fylla 60 ár í ár

60 ár eru liðin, síðani Sjúkrasystraskúli Føroya varð stovnaður, og tað verður hátíðarhildið í Kongshøll í Havn í juni


Útbúgvingin til sjúkrasystur, sum tað æt tá, byrjaði í 1920 á Færø Amt Hospital.

Tað var danska diakonissan, Mette Kathrine Thomsen f. 1870, d. 1959, sum var útsend til Føroya frá Moderhuset á Frederiksberg, sum hevði ábyrgdina av útbúgvingini. Ta fyrstu tíðina vóru eingi upptøkukrøv, og allar kvinnur kundu sostatt søkja um upptøku.

Men trupult var at fáa nakra kvinnu at taka av møguleikanum at gerast sjúkrasystir. Fremsta grundin var serliga tann, at tær næstan onga løn fingu í lærutíðini, bara 20 krónur um mánaðin. Tí varð nógv lagt fyri, serliga av læknunum, at yvirtala onkrar at fara undir útbúgvingina. Fyrsti sjúkrasystranæmingurin byrjaði so í 1920. Tað var Sunneva Magnussen. Og í 1924 vóru 8 næmingar á hospitalinum.

Jóna Frederiksen og Maria Hansen. Útbúnar á Sjúkrasystraskúla Føroya 1960-63

Diakonissur og læknar undirvístu

Útbúgvingin tá tók trý ár, har tvey tey fyrstu vórðu tikin í Føroyum, og tað triðja á einum donskum sjúkrahúsi, sum oftast í Nakskov í psykiatri, á føðideild og barnadeild. Arbeiðsdagurin var millum 10 og 12 tímar.
Ástøðiligu undirvísingini tók lækni sær av, og hon snúði seg um anatomi og fysiologi og fór fram um kvøldið heima hjá honum. Tó fingu næmingarnir eisini nakað av undirvísing um sjúkur í arbeiðstíðini, og tá vóru tað diakonissurnar, sum lærdu frá sær.
Eingin próvtøka var í lærutíðini, og útbúgvingin lá ikki í føstum kørmum.

Næmingarnir búðu í Skemmuni. Hesir sjúkrasystranæmingarnir hava ongan kappa fingið enn. Kappin kom, tá ið fyrsta royndin var staðin

Skúlin stovnaður í 1960

Øll tey fyrstu árini var undirvísingin óskipað, tilvildarlig og fór ikki fram á nøkrum sjúkrasystraskúla. Men í 1957 bleiv útbúgvingin í Danmark loksins lagað eftir eins fyrimynd. Harvið bleiv útbúgvingin í Føroyum eisini myndað eftir sama standardi, og nú vórðu sjúkrasystraskúlar stovnsettir bæði í Danmark og eisini í Føroyum í 1960.

Sostatt eru tað 60 ár síðani í ár.

Endamálið við útbúgvingini bleiv at "udruste eleven med de for virksomheden som sygeplejerske fornødne kundskaber og tekniske færdigheder".

Útbúgvingartíðarskeiðið bleiv longt við einum hálvum ári upp í hálvtfjórða ár, har fyrsta hálvárið var forskúli.

Sum frá leið kravdi menningin í læknavísindum og samfelagsligu tørvirnir sum heild, at sjúkrasystrarnar fingu aðrar uppgávur enn at røkta sjúk. Hesar uppgávur vóru serliga at samskipa, undirvísa og fyrisita. Nýggju uppgávurnar kravdu eisini nýggja og størri vitan og førleikar, enn tær, sum útbúgvingin tá gav teimum, og longu síðst í sjeyti-árunum kom uppskot um at broyta útbúgvingina frá at vera eina "praksisdissiplin" til at vera lestur. Haraftrat skuldi útbúgvingartíðarskeiðið nú verða 4 ár. Undirtøka fekst tó ikki fyri hesum tá.

Ístaðin kom nýggj kunngerð í 1981, sum broytti innihaldið soleiðis, at tað nú vóru 72 vikur ástøðilig undirvísing og 89 vikur starvslæra. Kunnleiki fær størstan týdning, hegni fær minni týdning, meðan persónligir eginleikar hava lítlan týdning.

Íblástur úr Íslandi

Aftur fyrst í 1990'unum var tørvur á at tillaga útbúgvingina, og sjúkrasystrar og høvdu longu í 80'unum víst áhuga fyri at gera útbúgvingina til lestur. Hetta hevði  fakfelagið hjá teimum, sum í dag eitur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eisini áhuga fyri.

Kannað bleiv í grannalondunum, hvussu tey høvdu skipað seg, og avgjørt varð at venda sær til Íslands, sum hevði eina fýra ára langa bachelor of science-útbúgving, heldur enn til Danmarkar, sum hevði skipað sína útbúgving sum eina hálvtfjórða ára professionsbachelor-útbúgving. Við hesi avgerð vuksu førleikakrøvini, og skúlin fekk nú støðu sum hægri lærustovnur.

Studentar á DSH í Kongshøll, har symposium verður hildið í juni, nú tað skal hátíðarhaldast, at føroyska útbúgvingin fyllir 60

Lýkur øll ES-krøv

Sum hægri lærustovnur skuldi skúlin nú fáast við vísindaliga gransking í granskingarevnum, sum hava við heilsuvísindi at gera. Hetta merkti samstundis, at sjúkrarøktarfrøðingar fingu førleika til at fara undir framhaldandi hægri lestur.
Útbúgvingin bleiv skipað soleiðis, at innihald og krøv vórðu sett sambært galdandi ES-krøvum, og øll útbúgvingin skuldi samsvara við 240 ECTS, har 150 stava frá ástøðiligari undirvísing og 90 frá kliniskari undirvísing.

Vitan hevur stóran týdning í útbúgvingini, men hegni hevur eisini sítt at siga. Persónligir eginleikar, sum fyrr í tíðini fyltu so sera nógv, hava nú minni týdning.

Lidnar! Tær eru nú B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði. Flokkurin byrjaði í 2015, og tær fingu endaligt prógv í juni 2019

Í 2003 byrjaði tann fyrsti flokkurin á nýggju bachelorútbúgvingini, sum hevði miðnámsskúlaprógv sum minstakrav. Og nú talan var um akademiskan lestur, fingu studentarnir lestrarstuðul heldur enn løn undir útbúgvingini.
Longu árið fyri, í 2002, vóru politiskir tankar um at knýta lærustovnar, ið geva prógv á akademiskum stigi, so sum t.d. BA og harvið kunnu granska, til Fróðskaparsetur Føroya.

Og í 2008 bleiv hendan ætlan endaliga gjøgnumførd. Og nú er gamli Sjúkrasystraskúlin ein av fimm deildum á Fróðskaparsetri Føroya: Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Árið í ár er sermerkt á annan hátt við. ST hevur samtykt, at 2020 skal vera altjóða ár sjúkrarøktafrøðinga, og tað bleiv viðgjørt í útvarpssendingini, Góðan Morgun Føroyar. Lurtið her.

Myndatekstur til ovastu myndina: Átta tær fyrstu á Sjúkrasystraskúla Føroya. Standandi frá vinstru: Jóhanna Eidesgaard, Eiði, Jóna Poulsen, Eiði, Anna Johansson, Havn, Dania Danielsen, Syðradali K., Vónbjørt Hentze, Skúvoy, Anna Johannesen, Skála, Marita Mørkøre, Eiði, Oddvør Djurhuus, Vági og Maria Davidsen, Kvívík