30.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tey fyrstu jólini

Fróðskapur hevur givið út bókina ”Tey fyrstu jólini. Ein søgukritisk viðgerð av føðisøgum Jesusar” eftir Hans Andrias Sølvará. Bókin er nummar 100 í røðini av bókum, sum Fróðskaparfelagið og Fróðskapur hava givið út. Hon er 344 síður og kostar 300 kr.


Í bókini viðger Hans Andrias Sølvará føðisøgurnar um Jesus, sum tær verða sagdar í Nýggja testamenti, úr einum søgukritiskum sjónarhorni.

Søguliga trúvirðið í føðisøgum Jesusar er eitt evni, sum søgugranskarar kring heimin hava granskað og skrivað um í mong ár. Í bókini tekur Hans Andrias Sølvará  samanum nógv av tí, sum er skrivað og ger egnar metingar um evnið. Hann skrivar m.a.:

• at tað bara eru frásagnir um føðing og barnaár Jesusar hjá Matteusi og Lukasi, skrivaðar av ókendum høvundum 80-90 ár seinni
• at føðisøgurnar hjá Matteusi og Lukasi eru beinleiðis mótstríðandi, og at tað tí er beinleiðis útihýst, at báðar søgurnar kunnu vera søguliga álítandi
• at Augustus keisari ongantíð gav boð um, at “allur heimurin” skuldi skrivast í manntal, soleiðis sum Lukasevangeliið vil vera við
• at Kvirinius ikki var landshøvdingi í Sýria, tá ið Jesus varð føddur
• at frásøgn Matteusar um, at Jesus varð føddur av moyggj, m.a. byggir á skeiva grikska týðing frá 2. øld f.Kr. av tí hebraiska Jesaja frá 8. øld f.Kr.
• at Heródes neyvan nakrantíð setti í verk kendu barnamorðini í Betlehem
• at frásøgnin í Matteusevangeliinum um vísmenninar úr Eysturlondum og stjørnuna, sum leiddi teir til Betlehem, m.a. byggir á jødiska mytologi
• at føðisøgan hjá Matteusi er gudfrøðiliga grundað í Gamla Testamenti
• at Jesus mest sannlíkt bæði varð føddur og vaks upp í Nasaret í Galilea
• at jólini eru ein seint íkomin kristin høgtíð

At evnið er aktuelt sæst eisini av, at pávi Bænadikt 16. í farnu viku gav út bók um sama evni við heitinum: “Jesus of Nazareth: The Infancy Narratives”. Hetta er triðja bind í eini røð kallað “Jesus of Nazareth”.

Bókin “Tey fyrstu jólini” er skrivað soleiðis, at hon kann lesast av øllum. Endurgevingar úr bókum eru allar týddar til føroyskt – uttan sitatini, sum standa framman fyri teir einstøku kapitlarnar, tey eru á enskum, bíbliusitatini eru úr New English Bible. Tey, sum ynskja at fara eitt sindur djypri í evnið, kunnu leita sær upplýsingar í teimum ofta rættiliga drúgvu viðmerkingunum, har ið allur týddur tekstur, sum er endurgivin í høvuðstekstinum, er endurgivin á tí máli, sum viðkomandi bók er skrivað á. Serstakir trupulleikar og spurningar, sum granskarar hava viðgjørt og kjakast um, eru eisini gjølla viðgjørdir í viðmerkingunum. Hetta hevur havt við sær, at viðmerkingarnar eru tann drúgvasti parturin av bókini, men tað er ikki neyðugt at lesa tær fyri at skilja tann lættara høvuðstekstin.

Bók nr. 100
Tað eru í ár 60 ár liðin, síðani Føroya Fróðskaparfelag varð sett á stovn. Síðani stovnanina hevur felagið umvegis sítt útgávustarv givið út eina ørgrynnu av bókum innan flestøll granskingarøki í Føroyum. Í 2005 varð hetta útgávustarv umlagt til Forlagið Fróðskap, sum er skipað sum partafelag  við Fróðskaparfelagnum og Fróðskaparsetrinum sum eigarum. Fyrstu árini var langt ímillum bøkurnar, men síðani Fróðskapur varð sett á stovn, eru í meðal fimm bøkur givnar út um árið. Í 2012 hevur Fróðskapur givið út átta bøkur.

Bókaútgávurnar eru skipaðar í tvær bókarøðir: Supplementum, sum eru doktararitgerðir og aðrar javnmettar útgávur, og Onnur rit, sum eru vísindaligar og alment vísindaligar útgávur av ymsum slag. Harafturat gevur Fróðskapur út vísindaliga tíðarritið Fróðskaparrit eina ferð um árið. Næsta útgávan kemur væntandi í vár og verður nr. 60 í røðini.