University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Málningur.jpeg

Tey ganga á vegnum og bíða sum nýggjur aftur

Eitt av høvuðsverkunum hjá Ingálvi av Reyni, Tey ganga á vegnum og bíða, hongur í Gróthúsinum.

Hann er nú umvældur og reinsaður, so litir og skap standa púra klár aftur. Málning­urin er frá 1988, og Setrið fekk hann á 25 ára føðingardegnum í 1990 frá Fróðskaparfelagnum og Listafelagnum.

Málningurin hekk á Listasavninum til 2000, tá Fróðskaparsetrið fekk ovaru hæddina í Gróthúsinum á Debesartrøð at hava rektaraskrivstovuna og fyrisitingina í. Har var ein veggur, sum hóskaði til málningin, men tá hann skuldi berast inn, var ringt at fáa hann upp á pláss. Fyrst mátti ein hurð takast niður fyri at fáa myndina upp í trappuna, men komin nøkur fáa stig upp tók í, og so mátti múrari upp í leikin at bróta eitt petti úr loftinum og gera tað aftur, tá málningurin var uppkomin.

Tað hevur ivaleyst verið gott fyri hann at hanga so innibyrgdur og ómøguligur at læna út til framsýningar, tí hann var heldur illa farin og tí viðbrekin. Nú hevur Søren Bernsted, leiðarin á Fælleskonserveringen í Helsingør, umvælt hann, so hann er tryggjaður í langa tíð og sum nýggjur at síggja.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  2. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

  3. Gunnhild Helmsdal

    Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal