05.01.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

The Lancet: Soleiðis basa Føroyar koronu

Føroyskir granskarar hava grein í tíðarritinum The Lancet, sum lýsir, hvussu Føroyar fara fram í royndunum at basa koronu

Marin Strøm, Marnar Fríðheim Kristiansen, Debes H. Christiansen, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen hava skrivað grein í altjóða tíðarritinum The Lancet – Regional Health Europe, sum kallast “Elimination of COVID-19 in the Faroe Islands: effectiveness of massive testing and intensive case and contact tracing.”

Í greinini verður lýst, hvussu vit í Føroyum hava handfarið COVID-19 og megnað at bast smittuni í fleiti umførum.

Í Føroyum hava myndugleikarnir lagt doyðin á at hava neyva smittu-og kontaktsporing, og koronu-kanningarnar hava verið sera umfatandi og kanningarskipanin opin og lætt atkomulig fyri tey flestu.

Eftir útbrotið í august (onnur smittubylgja) vórðu 42.410 koronukanningar gjørdar í tíðarskeiðinum frá 3. til 24. august. Hetta svarar til 81.558 kanningar fyri hvørji 100.000 fólk. Úrslitið var 186 váttaðir sjúkutilburðir, og smittan varð bast uttan størri inntriv í gerandislívið hjá fólki.

Royndirnar úr m.a. Føroyum og New Zealandi vísa, at til ber at basa smittuni. Í øllum førum í londum, har eftirlit kann havast við landamørkini. Men tá ongin heimsumfatandi strategi er at basa COVID-19, kann smittan bara haldast burturi  fyribils. Í greinini stendur, at tað tí er avgerandi, at myndugleikarnir eru fúsir at seta smittutálmandi tiltøk í verk og fram um alt at halda fast í avgerðini um stútt og støðugt at koronukanna fólk og treiskt at elta smittuslóðirnar sohvørt.

Les greinina her.