28.05.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tíðindaskriv

Hóast eingin fulltíðarútbúgving verður á Søgu- og samfelagsdeildini í heyst, bjóðar deildin út tvey støk masterskeið, ið eftir umsókn kunnu gerast partur av masterútbúgving.


Annað skeiðið er í stjórnmálafrøði og hitt í løgfrøði.

 


Stakskeiðið í stjórnmálafrøði
Stakskeiðið í stjórnmálafrøði ber heitið “Føroyar í 21. øld:  Politiskar avbjóðingar”. Tað telur 10 námsstig, sum svarar til triðingin av eini lestrarhálvu. Undirvísingin byrjar  26. august 2009, og próvtøka verður í desember.


Lærarar verða Jens Chr. Svabo Justinussen, adjunktur og Beinta í Jákupsstovu, lektari. Eisini verða fleiri gestafyrilestrahaldarar.

 

 

Skeiðið er viðkomandi fyri ta støðu, sum Føroyar eru í í løtuni, har nakrar av teimum størstu avbjóðingunum koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar.

 

 

Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjarkreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorðurlondini og ES, røkt og brúk av fiskistovnum, vinnuligar broytingar og bygnaðarbroytingar í almennari umsiting. Undirvíst verður  á  6  seminarum, sum eru tveir heilar dagar hvørja ferð.

 

 

Skeiðið endar við einum próvtøkuseminari, har tey lesandi leggja fram eina uppgávu og svara spurningum frá lærarum og lesandi. Próvtalið verður ein samlað meting av skrivliga og munnliga avrikinum við uttanseturspróvdómara.

 

 

Fyri at kunna tekna seg til skeiðið skulu tey lesandi hava samfelagsfrøðiliga útbúgving á bachelorstigi ella samsvarandi útbúgving.  Undirvísingarætlanin fyri skeiðið er her.

 

Umsóknarblað fæst her.

_______________________________________________________________________________________

 

Stakskeiðið í løgfrøði

Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur”. Tað telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg.

 

 

Undirvísingin verður frá 19. oktober 2009. Undirvíst verður níggju mánadagar frá kl. 09:00 til kl 15:00.  Próvtøka verður miðskeiðis í desember. Lærari verður Kári á Rógvi, lektari. Eisini verða fleiri gestafyrilestrahaldarar.

 

 

Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í føroyska felagsverklóg (kollektivan arbeiðsrætt), serliga í tær mongu rættarkeldurnar á arbeiðsmarknaði merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum sum fakfeløgum, dómstólum, millumtjóða stovnum umframt lóggávuvaldi og fyrisiting, ið merkja eina ymiskliga og broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á háttalag at lýsa og greina rættarstøðuna.

 

 

Mest týðandi undirvísingartilfarið verður felags sáttmálar millum arbeiðsgevara- og løntakarafeløg, nakrar tinglógir og grundreglur, umframt dómar og aðrar úrskurðir, ið tulka og brúka felags rættarreglur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Harumframt verður hugt at tilfari úr grannalondum til samanberingar.

 

 

Stórur partur av tilfarinum sæst á www.lnd.fo  og www.fg.fo. Lærubók er enn ikki til í hesum evni, men vísast kann á hesar bøkur úr grannalondum okkara: Jan Fougner o.fl.: Kollektiv arbeidsrett og Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret. Frálæran verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrahaldarum umframt studentaframløgum, sum telja 1/3 av próvtalinum í sambandi við ta munnligu próvtøkuna.

 

 

Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg.

 

Umsóknarblað fæst her.

______________________________________________________________________________________


Skeiðini eru nógv eftirspurd og kosta 5.500,00 kr hvørt. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa skeiðið ókeypis.

 

 

Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo.

 

 

Nærri lýsing av skeiðunum fæst her.

 

 

Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 30. juni 2009.


FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo