University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tíðindaskriv um løgfrøði á Fróðskaparsetrinum

Tíðindaskriv um løgfrøði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetrið og Juriskt Fakultet á Københavns Universitet hava havt fund um samstarv innan løgfrøði. Semja er um, at fak útboðin í Føroyum skulu kunna góðskrivast á cand. jur. í Keypmannahavn.


Fróðskaparsetrið og juriskt fakultet á Københavns Universitet hava havt fund um samstarv innan løgfrøði. Semja er um, at fak útboðin í Føroyum skulu kunna góðskrivast á cand. jur. í Keypmannahavn.


Ítøkiliga fysta stigið verður at fakið 'kollektivur føroyskur arbeiðsrættur', sum verður boðið út á Søgu- og samfelagsdeildini í heyst væntandi verður formliga góðkent í næstum sum meritgevandi á yvirbygninginum á cand. jur. útbúgvingini á Københavns Universitet. Við í undirvísingini á Fróðskaparsetrinum í heyst verða bæði Jens Kristiansen professari í arbeiðsrætti og Børge Dahl formaður í danska arbeiðsrættinum.


Síðani er ætlanin at onnur skeið verða góðkend, so hvørt tey verða stovnaði, og samstarv verður um undirvísing og tilfar.


Sera týðandi er eisini, at nú fer at bera til at fáa vegleiðing í serritgerð innan løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Nógvir føroyingar, sum lesa niðri, skriva um føroysk viðurskifti. Teir fara nú at kunna venda sær til Fróðskaparseturs at fáa vegleiðing.

Fróðskaparsetrið metir samstarvið við Juriska Fakultetið at vera stórt framstig á leiðini til altjóða universistetsumhvørvi í Føroyum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast