07.09.2009
Skriva út

Tíðindaskriv um nýggjan formann

Herálvur Joensen, sendimaður er nú formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya


Fyrr í árinum valdu stýrislimirnir Bogi Davidsen, Lis Mortensen og varalimurin Eyðfinn Egholm at taka seg úr stýrinum. Í teirra stað hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna sett hesi fólk: Herálvur Joensen er settur fyri Lis Mortensen, varalimurin Juanna S. Joensen tekur við sum limur fyri Boga Davidsen, nýggjur varalimur fyri Juannu S. Joensen er Magni Mohr, og nýggjur varalimur fyri Eyðfinn Egholm er Marita Rasmussen.

 

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita 7 limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn stýrislim verður varalimur eisini valdur.

 

Á fundi 2. september 2009 skipaði stýrið seg við Herálvi Joensen sum formanni og Jan Mortensen sum næstformanni.

 

Stýrið er nú mannað soleiðis:

 

 

Limir:

Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M., sendimaður, formaður

Varalimir:

Kristianna Sjóvará, cand.mag., fulltrúi

Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í Føroya Tele Samskifti, næstformaðurMarita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í VinnuhúsinumJuanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon, Ph.D., Stockholm School of EconomicsMagni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskariTove Bull, professari, fyrrv. rektari, Univertitetet i Tromsøþórsteinn Gunnarson, Ph.D., rektari, Háskólinn á AkureyriWinny í Pætursastovu, fulltrúiDávur Eyðunson Sørensen, KT-vørðurRobert James Brown, professari, Ph.D.Ása Róin, útbúgvingarleiðariAnni Djurhuus, lesandiGuðrið Krúnufjall, lesandi

 

 

Um Fróðskaparsetrið og stýrið:


Fróðskaparsetur Føroya fevnir um verandi Fróðskaparsetur, Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan.  Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum.

Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.  Stýrið ásetir bygnaðin og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.