University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tíðindaskriv um vararektara
03.09.2009

Tíðindaskriv um vararektara

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur á síðsta fundi sínum sett Súsonnu M. Mortensen sum vararektara


Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur á fundi 2. september 2009, sett Súsonnu M. Mortensen sum vararektara á Fróðskaparsetri Føroya, frá 1. september 2009 at rokna og til stýrið tekur nýggja avgerð, í samband við tær bygnaðarbroytingar, sum liggja fyri framman.

Súsanna M. Mortensen tók prógv sum sjúkrasystur á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1983, og tók prógv sum cand. mag. í námsfrøði og sálarfrøði frá Roskilde Universitet 2002. Súsanna M. Mortensen hevur arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark og á Landssjúkrahúsinum. Hon var deildarleiðari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í árunum 2002-2004, og hevur verið rektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya síðani 2004.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast