05.09.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

TÍÐINDASKRIV

Turið Sigurðardóttir professari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum


Turið Sigurðardóttir, ið hevur verið lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini í mong ár, er frá 1. september 2008 flutt fram til at vera professari í bókmentum.

 

Turið Sigurðardóttir varð BA í íslendskum máli og bókmentum og almennari bókmentasøgu við Háskóla Íslands í 1976 og mag. art. í bókmentafrøði við Københavns Universitet í 1988.

 

Hon kom í fast starv sum adjunktur á Fróðskaparsetrinum í 1988 og varð flutt fram til lektara í 1990.

 

Turið Sigurðardóttir hevur undirvíst á øllum stigum á Setrinum, og hevur lagt eitt stórt bókmentaligt granskingararbeiði úr hondum.

 

Hon hevur verið deildarleiðari á Føroyamálsdeildini í tveimum umførum og havt nógvar fakligar uppgávur í norðurlendskum høpi.

 

Tey, sum hava sitið í metingarnevndini at meta um førleikan hjá Turið Sigurðardóttur, eru Ástráður Eysteinsson, professari, Háskóli Íslands, Dagný Kristjánsdóttir, professari, Háskóli Íslands og Idar Stegane, professari, Universitetet i Bergen.