19.02.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Til Havnar vit fara

Í góðveðrinum fyrrapart týsdag gekk leiðin ein túr gjøgnum gomlu Havnina at kunna seg nærri um søguna og gomlu býarplanleggingina.


At lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging merkir, at mann eisini kunnar seg um lokalu søguligu viðurskiftini. 

Í góðveðrinum týsmorgunin vísti Rolf Guttesen, adjungeraður lektari, teimum 3. árslesandi í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og samfelagsdeildini runt í gomlu Havnini. Túrurin byrjaði úti í Tinganesi, har søgusporini týðiliga siga nakað um planlegging av vinnu, bústaðum og infrastrukturi í gamla partinum av Havnini. Eisini fortelja tey nakað um, hvørji sosial viðurskifti hava verið galdandi. 

Rolf greiddi frá, nær hesi eldru støðini vóru skapt, teirra funktión gjøgnum tíðina og hvussu tey í dag hava fingið sín form og leiklut, eisini í nútíðar býarmyndini.