University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 12 18 At 16 51 51 Ársfrágreiðing 2024 Ráðið Fyri Gransking Menning Og Nýskapan By Granskingarráðið Issuu
18.12.2025
Setrið Setursskrivstovan

Tilmæli: Tættari samstarv millum Setrið og hinar granskingarstovnarnar

Tættari formligt samstarv millum granskingarstovnarnar og Fróðskaparsetur Føroya, har ein nýskapanardepil eigur at skipast. Hetta eru millum tilmælini hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur givið út sína triðju ársfrágreiðing.

Ársfrágreiðingin við støðulýsing og hagtølum fyri 2024 og meting av almennu gongdini hevur fleiri tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Tilmælini eru átta í tali:

  • Føroyar skulu seta sær sum mál at økja íløgur til gransking og menning á hvørjum ári, til vit í minsta lagi røkka 3 prosentum av BTÚ í 2030.
  • Gransking og nýskapan skulu raðfestast væl hægri fyri at kunna skapa inntøkur til føroyska samfelagið, ið kunnu bøta um haldførið í búskapinum.
  • Játtanin til gransking og nýskapan skal hækka munandi. Ein afturberingarskipan skal setast í verk, har nýskapandi fyritøkur fáa part av íløgunum til gransking og nýskapan endurgoldnar.
  • Átøk skulu setast í verk fyri at skipa tættari formligt samstarv millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar.
  • Ein nýskapanardepil skal setast á stovn á kampus hjá Fróðskaparsetrinum, har vinna og almennir stovnar kunnu samstarva um at menna nýggj hugskot til nýskapan.
  • Allar stuðulsskipanir til gransking og nýskapan skulu savnast í eina eind at fyrisita.
  • Almennir stovnar skulu eggjast at troyta viðkomandi møguleikar í altjóða skipanum, sum Føroyar eru partur av. Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum skal víðkast til eisini at veita granskarum á øðrum granskingarstovnum og fyritøkum stuðul til at skriva umsóknir.
  • Uppskot um heildarætlan fyri gransking og nýskapan frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan skal orðast í samráði við landsstýrið og leggjast fyri løgtingið til viðgerð og samtyktar.

Eftir nýggjár er ætlanin at leggja frágreiðingina fram fyri umboð fyri politisku skipanina og kjakast um eina heildarætlan fyri komandi árini.

Les alla frágreiðingina her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Seturskrivstovan Í Kava 2 Rannvá Í Króki (1)

    Setrið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

  2. Screenshot 2025 11 24 At 10 23 09 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Játtandi svar til 24 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði

  3. Tór Marni Weihe SSD (1)

    Bók um Russland við føroyskum íkasti í uppskoti til bókmentaheiðursløn