
24.05.2023
Setrið
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út
Tilmeldingarfreist: Ph.d.-skeið í granskingaretikki
1. juni er tilmedingarfreist at tekna seg til ph.d.-skeiðið í granskingaretikki, sum verður hildið 14. september
Thomas Søbirk Petersen og Jesper Ryberg, sum báðir eru professarar í etikki og knýttir at Roskilde Universiteti, koma til Føroya at hava skeið í granskingaretikki í heyst.
Skeiðið varir í ein dag og gevur 1 ECTS-stig.
Fyri at taka lut á skeiðnum skal ein hava lokið masternám og annaðhvørt vera í holt við eina ph.d.-verkætlan ella hava ætlanir um hetta.
Skeiðið gevur innlit í grundleggjandi granskingaretisk viðurskifti, sum allir granskarar eiga at kenna.
Tilmeldingarfreist er 1. juni 2023.
Umsóknarblað er her.
Ábyrgdarfólk: Sigri M. Gaïni.
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinÁrsskeið í sernámsfrøðiKomandi skúlaár verður høvi hjá starvsfólki í fólkaskúlum og...
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinMenn tínar førleikar sum smíðlærariHevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlæ...
-
08.06.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTak leiðsluútbúgving á masterstigiTekna teg til leiðsluútbúgvingina á masterstigi á Fróðskapar...