Brynhild Thomsen
26.02.2020
Setrið
Skriva út

Tinganes vil hava starvslesandi

Føroysku sendistovurnar og stjórnarráðini hjá landsstýrinum søkja eftir starvslesandi til seinna hálvár

Freistin hjá studentum at søkja á sendistovurnar er mánadagin 23. mars, og evstamark at bjóða seg fram at verða starvslesandi í stjórnarráðunum er mikudagin 1. apríl.

Til ber at senda umsókn til fleiri sendistovur ella stjórnarráð samstundis, men í Tinganesi vilja tey fegin hava, at umsøkjarar raðfesta síni ynski.

At vera starvslesandi gevur studentum góðar royndir, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina er studenturin eisini virðismikil arbeiðsmegi. Og nógvir studentar á Fróðskaparsetrinum hava hesi seinastu árini verið í starvslæru á stovnunum hjá landsfyrisitingini.

Lesið meira um størv og umsóknir her.