University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Council of Europe Credits.jpg

Millum evnini, ið verða lýst, eru mannarættindastovnarnir undir ST og undir Europaráðnum (serliga Europeiski mannarættindadómstólurin) og úrskurðarvenja teirra (Foto: Council of Europe Credits)

23.01.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Tøk pláss á skeiði í mannarættindum

Pláss eru eftir til stakgreinalestur á nýggja mannarættindaskeiðnum á Fróðskaparsetri Føroya

Á yvirbygnaðinum (Master og Embætisprógvi) í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini eru tøk pláss til stakgreinalestur á mannarættindaskeiðnum várhálvuna 2023.

Talan er nýtt 10 ECTS-skeið í mannarættindum, sum verður bjóðað løgfrøðilesandi, men sum eisini er vælegnað hjá fólki við øðrum útbúgvingum, starvsfólki í almennu fyrisitingini ella fólki, sum hava áhuga fyri løgfrøði og politiskum viðurskiftum.

Endamálið við skeiðnum er at lýsa nútíðar mannarættindi í politiskum, søguligum og heimspekiligum ljósi.

Millum evnini, ið verða lýst, eru mannarættindastovnarnir undir ST og undir Europaráðnum (serliga Europeiski mannarættindadómstólurin) og úrskurðarvenja teirra.

Eisini viðgerð skeiðið trupla og týðandi spurningin, hvønn týdning mannarættindi hava í innlendis rættarskipanum.

Skeiðið byrjar 10. februar.

Nærri sæst um skeiðið í skeiðslýsingini her og lesiætlanini her.

Prísurin fyri skeiðið er 6.000 kr.

Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst her.

Nýggj og endalig freist er mánadagin 30. januar 2023.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum