29.09.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tørvurin á vitan um harðskap er stórur

Tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum í Føroyum er nú handað Almanna- og mentamálaráðnum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur latið Almanna- og mentamálaráðnum frágreiðing, ið setur fram tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum.

Frágreiðingin byggir á eitt umfatandi kanningararbeiði, sum varð gjørt í 2022-23 fyri at lýsa harðskapsøkið og vitanartørvin um harðskap í Føroyum.

Endamálið var at kortleggja og tosa við myndugleikar, almennar og privatar stovnar, felagsskapir og áhugapartar á harðskapsøkinum, umframt harðskapsraktar persónar. Allir partar vórðu m.a. spurdir um, hvussu teir halda, at økið eigur at mennast, hvørjar kanningar, teir meta vera neyðugar at gera, og hvør vitan vantar um harðskap í Føroyum.

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at vitanartørvurin á harðskapsøkinum í Føroyum er sera stórur.

Frágreiðingin vísir á, at vísindalig átøk á harðskapsøkinum mugu raðfestast, skulu vit í Føroyum kunna røkka vitanarstøðið, sum grannalond okkara hava um harðskap í parløgum og nærsambondum.


Frágreiðingin hevur fýra yvirskipað tilmæli: 

1.    At miðsavna og skipa vitanarmenning á økinum. Hetta skal gerast við at seta eitt skipað samstarv á stovn, sum skal standa á odda fyri at seta í verk tær vísindaligu verkætlanirnar, sum skulu gerast á økinum. 
2.    At eyðmerkja, skráseta og skipa verandi vitan á harðskapsøkinum. Hetta skal tryggja, at verandi vitan á økinum kann brúkast í vísindaligum høpi í framtíðini. 
3.    At kanna harðskapsupplivingar í Føroyum. Hetta skal skal vísa á, hvørji viðurskifti og hvørjar avbjóðingar harðskapsraktir persónar mugu navigera í føroyska smásamfelagssamanhanginum.
4.    At eyðmerkja hvørjir samfelagsbólkar eru serliga útsettir fyri harðskapi og hava serligar avbjóðingar, tá tað kemur til at leita sær ráðgeving og hjálp í føroyska samfelagnum.

Elisabeth Skarðhamar Olsen, Erika Anne Hayfield, Firouz Gaini, Jónleyg Djurhuus og Katrin Dalsgaard Nolsøe umboðaðu Fróðskaparsetrið í arbeiðsbólkinum. Ein fylgibólkur var eisini knýttur at arbeiðinum, og í honum vóru Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum, og Eyðvør Tausen Olsen, leiðari á Kvinnuhúsinum.

Arbeiðið varð umbiðið og fíggjað av Almanna- og mentamálaráðnum.

Frágreiðingin kann lesast her.