07.04.2015
Skriva út

Tøgn og tala í einum fólkaræði!

Magistarafelag Føroya skipar fyri spennandi fyrilestrarkvøldi 7. apríl kl 19.00 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byggir á tríggjar fyrilestrar, ið fara at umrøða týdninging av, rættin til og skyldu at bera fram sína fakligu vitan.


Magistarafelag Føroya skipar fyri spennandi fyrilestrarkvøldi 7. apríl kl 19.00 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byggir á tríggjar fyrilestrar,ið fara at umrøða týdninging av, rættin til og skyldu at bera fram sína fakligu vitan.

Heini í Skorini - Ph.d. lesandi á Kings College London og sjálvstøðugt tíðindafólk hjá Weekendavisen
Nær og hví eiga serfrøðingar at rópa varskó? Og hvør er avleiðingin tá í serfrøðin tegir?Tøgn og tala í einum fólkaræði - etikkur og samfelagsligur týdningur.

Bárður Larsen - Adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum
Lóggávan? Hvørji rættindi hava starvsfólkið at rópa varskó, og hvørjar skyldur hava tey at siga frá, um tey meta, at eitthvørt óforsvarligt og óregluligt fer fram? Og hvussu og hvar skal hetta berast fram?

Jesper Tynell - Tíðindafólk, Útvarpsvertur á P1 Orientering og vinnari av Cavling viðurslønini, rithøvundur
Hvussu verða fakta brúkt og misbrúkt av politisku skipanini í Danmark, og hvørjar eru avleiðingarnar.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin