15.01.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tøk pláss á skeiði í vegleiðing

Freistin er farin, men enn eru tøk pláss á skeiði á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi í februar

17. februar byrjar skeið á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Umsóknarfreistin er farin, men enn eru tøk pláss at søkja. Skeiðið er um vegleiðing í praksis, so hevur tú hug at taka stakskeið og ogna tær vísindagrundaða vitan um og førleika í vegleiðing í praksis, so er at skunda tær at tekna teg.

Les meira her.

Umsóknarbløð, prísur o.a. fæst her.