
Tøk pláss á skeiði í venjing sum viðgerð og fyribyrging
Enn eru nøkur tøk pláss til staksskeiðið í kropsligari venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum
Tað er Magni Mohr, professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, sum hevur ábyrgdina av skeiðinum.
Á skeiðinum verður dentur lagdur á sambandið millum kropsligt óvirkni og sjúku, kropsliga venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum, hvussu ymisk sløg av kropsligari venjing ávirka fysiologiskar skipanir og patogenesuna í fólkasjúkum, umframt interventiónsgransking og translationella gransking.
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Bæði munnlig og skrivlig afturboðan er á hesum skeiði, og afturboðanin er frá bæði undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Skeiðslýsingin er her.
Skeiðið gongur frá 12/9 - 7/11 og fevnir um 7,5 ETCS.
Sí tíðarætlanina her.
Kostnaður 2500 krónur.
Tilmelding áðrenn middag 8. september her.
-
25.01.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj grein um lán av lógum og stovnumBárður Larsen vísir í nýggju greinini á, at neyvan slepst un...
-
23.01.2023 Setrið FøroyamálsdeildinMeldið til stakskeið á FøroyamálsdeildiniUmsóknarfreistin til at søkja pláss á stakskeiðum á Føroyamá...
-
23.01.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTøk pláss á skeiði í mannarættindumPláss eru eftir til stakgreinalestur á nýggja mannarættindas...