Skriva út

Tøk pláss til skeið á fólkaheilsu

Enn eru pláss eftir til skeið á útbúgvingini MSc í Fólkaheilsu lestrarhálvurnar várið 2018


Tey skeið, ið verða boðin út til tey masterlesandi á fólkaheilsu, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið. Hetta verður gjørt í tann mun at tað eru pláss, eftir at masterlesandi hava teknað seg, Í summum førum eru fá pláss til taks fyri onnur enn tey masterlesandi.

Talan er, fyri várið 2018, um 5 skeið:

  • Kvalitativ háttaløg
  • Epidemiologi
  • Gerontologi
  • Immunologi og autoimmunar sjúkur

Tey, ið ynskja at søkja inn á hesi skeið, skulu søkja um upptøku til hvørt skeiðið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku, sum aðrir studentar.  

Upptøkukravið til staksleið á masterstigi er:

  • BSc í sjúkrarøkt
  • Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
  • Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
  • Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar

Enn ber til at søkja og umsøkjarar fáa svar skjótast til ber.

Gjald fyri stakskeið er 5000 DKK fyri skeið, ið eru 15 ECTS, 2500 DKK fyri skeið, ið eru 7,5 ECTS, sum verður goldið gjøgnum gjaldsskipan, tá lesandi eru upptikin (kunning verður send lesandi)

Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst HER

Umsókn og skjøl skulu sendast til lestur(at)setur.fo.

Nærri kunning um stakskeið 2018 her