16.11.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Toke ritstjórnað ráðstevnuritinum frá Abel-ráðstevnuni 2015

Saman við øðrum hevur Toke Meier Carlsen ritstjórnað ráðstevnurit frá Abel-ráðstevnuni 2015.


Norska stjórnin grundlegði Abel-virðislønina í støddfrøði í 2002, og fyrsta virðislønin varð latin í 2003. Umframt at viðurkenna stóra norska støddfrøðingin Niels Henrik Abel við at lata eina altjóða virðisløn fyri serliga gott vísindaligt arbeiði í støddfrøði, skal henda virðisløn vera við til at økja um kunnleikan til støddfrøði í samfelagnum og stimbra áhugan fyri vísindum millum skúlabørn og yngri lesandi.  

Fyri at røkka hesum endamáli hevur verið fyriskipað ein árlig Abel-ráðstevna. Hesar ráðstevnur eru á hægsta altjóða stigi og byggja brýr millum norskar og altjóða granskarar.  Øll vísindalig íkast á hesi ráðstevnu verða útgivin í ráðstevnuriti av stóra altjóða útgevarafelagnum Springer Verlag undir heitinum Abel Symposia.

Abel-ráðstevnan í 2015, ið varð fyriskipað av Toke Meier Carlsen, Nadiu Larsen (Oslo universitet), Sergey Neshveyev (Oslo universitet) og Christian Skau (Norges teknisk-naturvitenskapelige universitet), setti fokus á “operator algebra” og nógvu økini, har operator algebra breitt seg til.  Hetta granskingarøkið kom fram í 1930-unum og varð kveikt av trupulleikum í kvantumekanikki. Síðani er menningin av hesari gransking farin nógv longur enn upprunaliga mett, og hevur breitt seg inn á onnur øki, eitt nú representatiónsteori, dynamiskar skipanir, differential geometri, talteori og kvantualgebra. 

Hendan útgávan av ráðstevnuritinum inniheldur vísindaligar greinar, sum leggja fram, yvirlitsgreinar eins væl og nýggja gransking. 

 

Operator Algebras and Applications - The Abel Symposium 2015 Editors Toke M. Carlsen, Nadia S. Larsen, Sergey Neshveyev and Christian Skau, Volume 12 of the series "Abel Symposia" (2016), Springer International Publishing

dx.doi.org/10.1007/978-3-319-39286-8