13.08.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tóm pláss eftir at søkja á Fróðskaparsetrinum

Nú gjørt er upp, hvussu nógv lesandi eru innskrivað í ár, kunnu vit staðfesta, at tóm pláss eru eftir, sum enn ber til at søkja.


 

Hevur tú hug at taka:

bachelor í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini

bachelor- ella masterlæru í politikki/umsiting á Søgu- og samfelagsdeildini

masterlæru í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini

masterlæru í sosialvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini

MA í West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management á Søgu- og samfelagsdeildini

BA, hjánám ella MA í føroyskum á Føroyamálsdeildini

 ... so hevur tú enn møguleika fyri at senda umsókn til Fróðskaparsetur Føroya til lestrarbyrjan í ár.


Farið verður undir lestur í:

Orkuverkfrøði: mánadagin 17. august 2015.

Bachelor í politikki/umsiting: mánadagin 7. september 2015.

Masterlæru í politikki/umsiting, søgu og sosialvísindum: hósdagin 20. august 2015.

Føroyskum: hósdagin 27. august 2015.

West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management er júst byrjað.


 Freistin at søkja er skjótast gjørligt.


Umsóknarbløðini við vegleiðing eru at finna her

Umsóknir skulu sendast til teldupostadressuna: lestur(at)setur.fo – ella til Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabosgøta 14, FO 100 Tórshavn við hesum frámerki á brævbjálvanum: “Umsókn um tómt pláss”.