(Foto: freerangestock.com)
09.07.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Tónleikaástøði fyri lærarar og námsfrøðingar

Spennandi tilboð um skeið fyri lærarar og námsfrøðingar og aðrar bachelorar, sum vilja menna sín tónleikaprofil

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar eitt eftirútbúgvingarskeið fyri føroyskar fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, sum vilja menna sín tónleikafakliga profil og nema sær nærri kunnleika í tónleikaástøði, og hvussu henda vitanin kann brúkast í egnum yrki.

Eisini onnur, sum hava eina viðkomandi bachelorútbúgving, kunnu taka skeiðið.

Skeiðið gevur tær innlit í tónleikaástøðilig grundviðurskifti, og tú lærir teg at brúka og miðla tónleikaástøði í skrift og talu.

Endamálið er at gera teg kunnugan við tónleikaástøðið, sum er eitt skrivligt útgangsstøði í vesturlendskari tónlist, m.a. tónsetingarlist, fólkatónleiki og populertónleiki. Sum luttakari á skeiðnum lærir tú teg at at brúka og miðla tónleikaástøði í skrift og talu og í tínum virki við børnum/brúkarum í ymsum aldri.

Skeiðið er ein skipað og stigvís gjøgnumgongd av evnum so sum nótaskipan, taktsløgum, tónasløgum, harmonikki, tónlistaligum hugtøkum, umframt tónleikadidaktikki og -námsfrøði.

Undirvísingin byggir á fyrilestrar og kjak, venjingar, heimauppgávur og framløgur frá luttakarunum á skeiðnum, har tey greiða hvør øðrum frá, hvussu tey hava loyst ávísar uppgávur. Eisini verða hoyrivenjingar.

Undirvíst verður hvønn fríggjadag seinnapart frá klokkan 13-17 frá 10. september 2021 til 14. januar 2022 (vikurnar 36-2).

Próvtøkan verður fríggjadagin 21. januar 2022 frá klokkan 13-16.

Skeiðið kann setast saman við øðrum skeiðum til eitt linjufak í tónleiki.

Fróðskaparsetur Føroya tilskilar sær rætt til at avlýsa skeiðið, um ov fá tekna seg

 

Tal ECTS:

15

Prísur:

21.000 kr.

Fortreytir:

Lærara- ella námsfrøðingaprógv ella annað viðkomandi prógv á bachelorstigi

Nærri kunning

Knút Háberg Eysturstein, eysturstein@yahoo.co.uk

Tilmeldingarfreist

15. august 2021

 

Tilmeldingarskjal verður tøkt 9. august.