07.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tóroddur Poulsen og Sissal Kampmann til umrøðu á ráðstevnu í Gӧteborg

Í oktober í fjør var ráðstevna hildin á universitetinum í Gӧteborg. Yvirskipaða evnið var kyn og yrkingar.


Bergur Djurhuus Hansen er limur í norðurlendska granskaranetverkinum Norlyr-Netværket Nordisk modernistisk lyrik. Limir í netverkinum eru bókmentagranskarar á universitetum í Norðurlondum, og ráðstevna er eina ferð um árið. Í oktober í fjør var ráðstevna hildin á universitetinum í Gӧteborg. Yvirskipaða evnið var kyn og yrkingar. Bergur Djurhuus Hansen helt fyrilestur um Tórodd Poulsen, Sissal Kampmann, donsku Olgu Ravn og svenska Magnus William-Olsson.  

Netverkið gevur út eina bókarøð, og higartil eru 6 bøkur komnar út. Fyrilestrarnir og kjakið á ráðstevnuni í Gӧteborg  verður grundarlag undir einari útgávu seinni í ár.

Netverkið hevur eina heimasíðu við limayvirliti og upplýsingum um virksemið sum heild.