Brynhild Thomsen
22.05.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

- Tørvurin á máltøkni veksur í stórum

Stóra norðurlendska ráðstevnan í máltøkni, NoDaLiDa, byrjaði í morgun og heldur fram til mikudagin. Tørvurin á máltøkniligum amboðum bara veksur, og í europeiskum høpi verður tosað um at hava talgildan mál-javnrætt í 2030, segði Iben Nyholm Debess frá Føroyamálsdeildini m.a. við Góðan Morgun Føroyar í morgun

Ráðstevnan, NoDaLiDa, hevur góð 50 ár á baki, og nú hon verður hildin í Føroyum, er tað tekin um, at máltøkni verður raðfest her, umframt at tørvurin á máltøkni og á máltøkniligum førleikum og amboðum alsamt veksur, eisini heima í Føroyum, sigur Iben Nyholm Debess, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini.

- Endamálið við ráðstevnuni er at savna serfrøðingar í máltøkni og geva teimum rúm til at deila sína vitan, leggja sínar verkætlanir og royndir fram, kjakast, læra hvør av øðrum og knýta sambond. Talan er um eina ráðstevnu við drúgvari siðvenju, og okkara vón er eisini, at onkrar verkætlanir og netverk spretta burturúr, sigur Iben og leggur aftrat, at útlendski áhugin fyri føroyskum í máltøkniligari merking eisini er greiður.

Umleið 180 granskarar, teldu- og málfrøðingar og onnur, sum arbeiða við máltøkni, hava meldað seg til ráðstevnuna. Við skjótu máltøkniligu menningini og ikki minst menningini í vitlíki fylgja bæði møguleikar og avbjóðingar. Fyri arbeiðið við føroyskari máltøkni er millumtjóða samstarv avgerandi, og m.a. tí hevur áhugi verið fyri at fáa NoDaLiDa til Føroya. Umboð fyri fyritøkur í Norðurlondum, sum arbeiða við máltøkni, luttaka, og bæði føroyskar og norðurlendskar kt-fyritøkur hava stuðlað ráðstevnuni.

Men hava útlendingar áhuga fyri føroyskum máli í hesum høpi, tað er jú eitt lítið mál?

- Ja, tað hava teir í roynd og veru. Vit síggja í ár, at har eru fleiri framløgur um føroyskt, enn tað plagar at vera. Lutvíst er tað tí, at vit sjálvi her á Setrinum koma við framløgum, men eisini síggja vit, at fleiri útlendingar eru, sum hava framløgur um føroyskt. Ein grund til, at útlendingar halda, at føroyskt er eitt áhugavert mál, tá ið arbeitt verður við máltøkni, er, at tað er eitt sokallað "lágtilfeingis-mál", sum merkir, at vit hava ikki so nógvar málsligar dátur, og tað er áhugavert fyri granskarar at kanna, hvussu vit kunnu fáa góða máltøkni, sjálvt um vit hava lítið at byggja hana á. Tað er lætt at gera góð amboð á enskum, tí vit hava óendaligar mongdir av tilfari á enskum máli, og tá vit ikki hava tað á føroyskum, hvussu kunnu vit so optimera menningarmannagongdirnar soleiðis, at amboðini verða góð, hóast grundarlagið er eitt annað?

Merkja tit eisini, at treytirnar ikki eru eins, tá man er eitt lítið land?

- Ja, tað er heilt týðiligt. Ein høvuðstalari á ráðstevnuni fer m.a. at tosa um júst hetta evnið. Hann er við í eini verkætlan, sum eitur "European Language Equality", og tey arbeiða við at fáa øll europeisk mál til at hava talgildan mál-javnrætt í 2030. Og at hava talgildan mál-javnrætt snýr seg um, at øll mál eiga at hava tøkniligan stuðul og máltøkniligar umstøður, sum eru neyðugar fyri, at málið verður brúkt, og at tað trívist sum livandi mál í talgildu verðini. Máltøkni verður jú meira og meira integrera í tað, sum vit gera, og hendan hugsanin tekur støði í, at øll fólk eiga at hava somu atgongd til málsligan stuðul uttan mun til, hvat mál tey tosa, ella hvat fyrstamál tey hava. Og hyggja vit eftir, hvussu tað sær út í dag, so hava ensktmælt fólk heilt aðrar møguleikar fyri málsligum stuðli og í roynd og veru eisini atgongd til vitan. Hetta ávirkar sjálvandi talgilda inklusión og talgilda búgving.

Hvussu gongst við menningini av máltøkni her í Føroyum?

- Seinastu árini hava vit havt menning á máltøkniliga økinum, tí tørvurin á máltøkniligum amboðum verður bara størri og størri. Vit hava havt nakrar verkætlanir, sum hava eydnast væl, og nú fer Fróðskaparsetrið eisini í gongd við at arbeiða meira miðvíst við máltøkniligari gransking, og hendan ráðstevnan vitnar so eisini um ta menningina.

- Máltøkni er jú eitt breitt hugtak, sum kann sigast at vera alt, har ið mál og tøkni umskarast, og tað er nakað, sum vit øll rena okkum í hvønn dag. Máltøkni er tann reyða strikan undir tí skeivt stavaða orðinum; tað er máltøkni, tá ið teldan lesur ein tekst upp fyri tær ella sjálvvirkandi týðir eina heimasíðu fyri teg; og tað er eisini máltøkni, tá ið tú kanst biðja Siri sløkkja ljósið fyri teg, og fyritøkur brúka máltøknilig forrit at hjálpa sær við greining ella mannagongdum.

- Vit hava í roynd og veru havt nógv góð máltøknilig amboð í mong ár í Føroyum, og sum hava verið nógv brúkt. Men samanbera vit okkum við grannalondini, so er rættiliga nógv, sum vit ikki hava og ikki megna enn. Júst nú hendir ógvuliga nógv úti í verð máltøkniliga, og tá vit hyggja eftir, hvussu tann menningin gongur, so er greitt, at vit eru langt afturúr, segði Iben Nyholm Debess m.a. við Marina Eidesgaard frá Kringvarpi Føroya.

Hoyrið alla samrøðuna her.

Hyggið eisini eftir Degi og viku, har tey brúktu vitlíki til at gera eitt innslag um máltøkni og ráðstevnuna, NoDaLiDa. Síðani var Iben Nyholm Debess gestur í sjónvarpsstovuni. Tað innslagið er her.