University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
BarðurOskarson.jpg
31.10.2018
Føroyamálsdeildin Til lesandi

“Træið” fekk norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina!

Á hátíðarhaldi í Oslo í gjárkvøldið varð tað almannakunngjørt, at nevndin fyri Virðisløn Norðurlandaráðs fyri barna- og ungdómsbókmentir hevur valt at lata ársins virðisløn falla til myndabókina “Træið” eftir Bárð Oskarsson.

12 bøkur vóru innstillaðar í ár, úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Álandi, Sámiska máløkinum og Føroyum.

Í grundgevingini leggur dómsnevndin dent á, at “Træið” á einfaldan hátt megnar at siga eina bæði stuttliga og hugsunarsama søgu, sum fær lesaran at seta spurningar. Fulla grundgevingin ljóðar soleiðis:

I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed hvor vi stadig bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunsteriske niveau, og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detailler og nuancer formår Bárður Oskarssons med sin billedbog “Træið” at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og  får derfor dette års pris.

Hetta er sættu ferð, at virðislønin verður latin og fyrstu ferð hon verður latin einari føroyskari barnabók. Bárður Oskarsson hevur tvær ferðir áður verið innstillaður til norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina, sum umframt heiðurin og eina standmynd eisini er 350.000 kr.

Nevndin, sum letur virðislønina, er mannað við tilsamans 13 umboðum í teimum londunum sum stilla bøkurnar inn. Tóta Árnadóttir, adjunktur á Føroyamálsdeildini og Paula Gaard ph.d.-lesandi, umboða Føroyar í norðurlendsku dómsnevndini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun