University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Triðja greinin í altjóða tíðarrit
31.10.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Triðja greinin í altjóða tíðarrit

Kristianna Hammer lektari og ph.d frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum hevur skrivað eina grein við heitinum, “Hope Pictured in Drawings by Women Newly Diagnosed with Gynecologic Cancer” og hon er útgivin í altjóða tíðarritinum “Cancer Nursing.”


Hendan greinin er skrivað saman við prof.emer. Elisabeth Hall frá Aarhus Universiteti og prof. Ole Mogensen frá Syddansk Universiti. Greinin er tann triðja hjá Kristionnu Hammer, sum verður givin út í altjóða tíðarriti.  

Greinin lýsir kanningina, sum snýr seg um sambandið millum vón og krabbamein. Kannað verður við samrøðum og tekningum, hvussu kvinnur, sum júst hava fingið staðfest  krabbamein greiða frá vón. Hvussu ein persónur megnar hetta tíðarskeiðið, kann hava ávirkan á hvussu hann kemur ígjøgnum tíðina sum sjúklingur og her er vónin ein viðspælari. Franski filosoffurin Gabriel Marcel sigur um vón at:

Hope is for the soul what breathing is for the living organism. Where hope is lacking, the soul dries up and withers. It is no more than a function. .....(Marcel 1951).


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara