16.05.2012
Fróðskapur
Skriva út

Triðja jarðfrøðiliga proceedings bókin útgivin

Bókin "Faroe Islands Exploration Conference - Proceedings of the 3rd FIEC" er komin út. Ritstjórar eru Thomas Varming og Heri Ziska.


Bókin, ið er útgivin av Fróðskapi í samstarvi við Jarðfeingi, er tann triðja í røðini . Hinar  báðar bøkurnar vóru útgivnar í ávíkavist 2005 og 2009.

Bókin, ið er skrivað á enskum, inniheldur fimm jarðvísindaligar greinar, sum viðgera evni, ið kunnu vera við til at betra okkara vitan um jarðfrøðina og harvið møguleikarnar fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Henda triðja bókin er eins og tær báðar undanfarnu eitt savn av javnlíkamettum greinum. Hesaferðviðgera greinarnar evni, ið vóru løgd fram á ráðstevnuni The 3rd Faroe Islands Exploration Conference, ið varð hildin í Norðurlandahúsininum í september 2009.

Bókin er 106 síður og kostar 150 kr í prentaðari útgávu. Hon fæst eisnini sum ebók á Vitra fyri 98 kr.