University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Koltur (2).jpg

At gera kvalitativar kanningar í smásamfeløgum í broyting kann vera stór avbjóðing, og hetta verður partur av skeiði á Setrinum í næsta mánaði (Foto: Brynhild Thomsen)

14.09.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Tríggir dagar á tremur við vitan

Setrið og RUC skipa fyri mennandi skeiði í Havn um etnografiska gransking av mentanarligum og samfelagsligum broytingum 

26., 27. og 28. oktober verður Søgu- og samfelagsdeildin í Jónas Broncks gøtu karmur um tríggjar spennandi dagar við fjølbroyttari fakligari og sosialari skrá.

Talan er um eitt skeið við undirvísarum úr Føroyum, Noregi og Danmark, sum er ætlað ph.d.-lesandi, postdoc.-granskarum og masterlesandi.

Høvuðsundirvísarar eru Firouz Gaini, professari í antropologi á Setrinum og Betina Dybbroe, professari á Roskilde Universitet.

Firouz Gaini mælir staðiliga fólki til at tekna seg til skeiðið, tí her fæst netverk, sum kann gerast stórur stuðul hjá tí einstaka í longdini.

- Á hesum skeiðinum, sum er rættiliga ambitiøst, fært tú høvi at hitta og arbeiða saman við øðrum granskaraspírum, sigur hann.
- Tú fært góð ráð frá serfrøðingum og øðrum ph.d.-lesandi, sum tú kanst brúka í tínum egna granskingararbeiði, og tú fært betri innlit í kritiska etnografi sum háttalag. Tað kann vera stór avbjóðing at gera etnografiskt feltarbeiði í einum samfelag, sum er í broyting, og her hava vit amboð, sum eru egnað til júst tað. Vit leggja okkum eisini eftir at geva íblástur til, hvussu nýggjar kvalitativar kanningar í smásamfeløgum í Norðurlondum kunnu gerast, sigur Firouz Gaini, professari.

Skeiðið er ókeypis fyri tey, sum eru virkin á Setrinum, men onnur kunnu eisini tekna seg, og tá er kostnaðurin 2000 krónur.

Evstamark at melda til og senda tilfar til ssd@setur.fo er 1. oktober.

Lesið nógv meira um skeiðið her.

GG: Vegna koronu hevur Setrið sett sær 12. oktober sum evstamark fyri at taka endaliga støðu til, um skeiðið verður hildið.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum