University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
mynd bók (3).jpg
22.01.2020
Føroyamálsdeildin

Tríggjar greinir um ferðafrágreiðingar

Stutt fyri jól kom henda bókin út við tríføldum heiti: Writing the North of the North – L’Écriture du Nord du Nord – Norden des Norden (be-)schreiben. Í henni eru tríggjar greinir eftir vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini.

Malan Marnersdóttir hevur skrivað greinina “Deux femmes écrivaines-voyageuses aux Îles Féroé” – um tvær ferðabókaskrivandi kvinnur. Onnur bókin er The Far Islands and Other Cold Places eftir Elizabeth Taylor, sum var í Føroyum fleiri ferðir, eitt nú øll krígsárini 1914-19. Hin bókin er tann bókmentaliga áhugaverda Passage aux Îles Féroé avec des bottes en caoutchouc, Ferð til Føroya í gummistivlum, um føroyavistina hjá fronsku Karin Huet í 202. Bókin kom út í 2007.

Onnur greinin er “Never Going Back: Categories and Confusion on an Ornithological Trip to the Faroe Island in 1828” hjá Bergi Djurhuus Hansen. Her greinar Bergur nógv lisnu ferðalýsingina hjá týska løgfrøðinginum Carl Julian Graba, sum vitjaði í Føroyum í 1828. Serliga áhugavert er at síggja, hvussu Graba stríðist við, hvussu hetta landaøkið og fólkið har skulu lýsast.

Bergur Rønne Moberg hevur skrivað ta triðju greinina, “The Magical Box: From Containerization to Canonization. Tróndur Patursson’s Blue Container Bládýpi”, har bingjan hjá Tróndi Patursson er greinað sum eitt staðbundið svar til alheimsgerðina, lýst innan og uttan sum eitt kosmiskt rúm, ein skipbrotin konteynari og sum ‘cargotecture’, t.e. ein byggi­listalig víðkan av Listasavni Føroya.

Bókin umfatar greinir um tað norðarlaga norður bæði sum ímyndað og veruligt stað, sum tað kemur fyri í yrkis- og fagurbókmentaligum tekstum og í listaverkum úr ymsum tíðarskeiðum.

https://images-na.ssl-images-amazon.com/images/I/418CYc0yv5L._SX350_BO1,204,203,200_.jpg

Writing the North of the North – L’Écriture du Nord du Nord – Norden des Norden (be-) schreiben. Ritstjórar Annie Bourguignon & Konrad Harrer. Frank Timm. Berlin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum