Hans Pauli Joensen
03.03.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Tríggjar nýggjar útbúgvingar

Á Náttúruvísindadeildini eru tríggjar nýggjar útbúgvingar klárar at seta í gongd á sumri 2008. Tað eru 3-ára bachelorútbúgvingar í jarð- og havfrøði, KT-verkfrøði og lívfrøði.


Útbúgvingarnar eru skipaðar eftir felags leisti, so studentarnir í ávísan mun eisini kunnu velja sær lærugreinir úr øðrum útbúgvinum enn júst henni, ið tey hava skrivað seg inn á. Hetta letur upp fyri, at studentarnir í ein ávísan mun kunnu "individualisera" sína útbúgving.

 

Jarð- og havfrøði eru vísindagreinir, ið fáa alt størri týdning í føroyska samfelagnum, og tað er tí umráðandi at hava fólk í landinum, sum eru væl útbúgvin í hesum frøðigreinum. Vónir eru um, at ein lønandi oljuvinna fer at taka seg upp í Føroyum. Samstundis liggja Føroyar geografiskt í einum øki, ið er viðkvæmt í samband við umhvørvi og veðurlagsbroytingar. Havið um Føroyar er eitt slag av "barometri" fyri globala veðurlagnum Í útbúgvingini verður dentur lagdur á leitingarhættir eftir olju og gassi og á havfrøði og veðurlagsbroytingar.

 

Kunningartøkni er ein av hornasteinunum í vitanarsamfelagnum. Bæði frá privatari og almennar síðu er víst á, at Føroyar hava stóran tørv á fólki við hægri KT-útbúgvingum. KT-felagið vísti í álitið frá apríl 2007 á, at tørvur er á 60 KT-frøðingum av ymiskum slag innan fyri tvey ár. Í álitinum verður hinvegin staðfest, at tað er trupult at fáa føroyingar, sum taka hægri KT-útbúgvingar uttanlands, at koma aftur til Føroya at arbeiða. Tí er týdningarmikið at fáa hægri KT-útbúgvingar í lag á Fróðskaparsetrinum, har studentar m.a. kunnu búnast og motiverast til at starvast í Føroyum.

 

Føroyar liggja geografisk fjarskotnar, og tað hevur ført til, at føroysk lívfrøði á mangan hátt er serstøk. Tað ger seg galdandi fyri djór og plantur, og í samband við gentøkni hevur verið ført fram, at genetiskar kanningar av føroyingum kunnu fáa stóran týdning innan heilsuverkið. Biotøkni er eisini týðandi partur í tilknýti til føroyska lívfrøði. Í útbúgvingini ber til at seta serligt fokus á føroyska lívfrøði.

 

Í samgonguskjalinum stendur, at neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingar, sum eru klárar at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya. Omanfyrinevndu útbúgvingar eru klárar.

 

Meir um útbúgvingarnar sæst á setur.fo