University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
bokmentasogan_1920x10804.jpeg
29.05.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi

Tríggjar útvarpssendingar 'Úr bókmentasøgu okkara'

Turið Sigurðardóttir og Malan Marnerdóttir hava lagt tríggjar sendingar til rættis fyri Kringvarpið við brotum úr komandi bókmentasøguni um tíðarskeiðið 1900-1939. Tær verða sendar í útvarpinum Kristi himmalsferðardag, fyrra og seinna hvítusunnudag.

1. Úr bókmentasøgu okkara, fyrsta sending. Kristi himmalsferðardag

Tjóðskaparrørslan kveikti hug og evnir til at yrkja og skriva um Gud á føroyskum og týða Guds orð til føroyskt. Henda fyrsta sendingin av trimum snýr seg um trúarbókmentir á føroyskum frá 1900 til 1939.

2. Úr bókmentasøgu okkara, onnur sending. Hvítusunnudag

Árini 1915-1929 styrktu og víðkaðu fólksligir pallar – ungmannafeløgini, fólkafundirnar og Háskúlin – støðið undir føroyskum bókmentum. Hetta er eisini tíðin, tá ið lærdir, modernaðir yrkjarar sum Christian Matras gera vart við seg. Síðst men ikki minst er tað í hesum árum, at William Heinesen stígur fram sum føroyskur yrkjari á donskum máli.

3. Úr bókmentasøgu okkara, triðja sending. 2. hvítusunnudag

Tríatiárini gera prosabókmentir renningarlop. Her verður greitt frá stuttsøgu eftir Andreu í Norðradali, sum er meira modernað enn tað mesta av føroyskum prosa. Teir slóðbrótandi prosasmenninir Hans Marius Eidesgaard og Heðin Brú verða lýstir, og at enda verða yrkingar hjá Janusi Djurhuus, ið øðrumegin seta fram hugsjónir um mentan og list og hinumegin persónligar og eksistentiellar yrkingar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum